Holið í høvdinum á svenska kongi, Karl hinum tólvta, var sjónligt, tá líkið av honum varð uppafturgrivið í 1917. Finskir granskarar siga, at kongurin doyði av norskum kúlum.

Norskar kúlur beindu fyri Karl XII fyri 300 árum síðan

Í 1917 varð líkið av Karl hinum tólvta grivið uppaftur og avmyndað í røntgen. Drápið, sum fór fram hin 30. november í 1718, hevur verið roknað sum eitt tað týdningarmesta í svenskari søgu.

 

Holið í høvdinum á svenska kongi, Karl hinum tólvta, var sjónligt, tá líkið av honum varð uppafturgrivið í 1917. Finskir granskarar siga, at kongurin doyði av norskum kúlum.

Svenski kongurin, Karl XII, doyði í bardaga í Halden í Noregi hin 30. november í 1718. Hann varð skotin í høvdið, soleiðis sum myndin omanfyri vísir.

 

Nógv hevur verið gitt um, hvørt tað var ein norsk kúla, sum tók lívið av konginum - ella um hann varð skotin av krígstroyttum svenskum hermonnum.

 

Nú hava granskarar við Uleåborgs Universitet í Finnlandi gjørt ta niðurstøðu, at tað má hava verið ein norsk kúla, sum beindi fyri konginum.

 

Sagt verður, at granskarar á universitetinum fóru at kanna málið, tí teir hildu, at hetta var ein hóskandi avbjóðing.

 

Tað er www.forskning.no, sum skrivar um nýggju granskingina og niðurstøðuna.

 

Eftir at granskarar hava skotið ímóti tilgjørdum skøltum við ymiskum kúlum, er niðurstøðan, at kúlan, sum tók lívið av konginum, hevur havt eitt tvørmát á meira enn 20 millimetrar.

 

Skaðarnir, sum Karl XII fekk í skallan, samsvara við kúlur, sum norski herurin brúkti um hetta mundið, og tá verður hildið, at frástøðan millum tann, sum skeyt og kongin, hevur verið 200 metrar.

 

Hildið verður, at nýggja granskingin avsannar, at kongurin kann vera skotin av sínum egnu hermonnum, sum stóðu honum nógv nærri enn hesar 200 metrarnar.

 

Nógvar gitingar hava verið um, hvør beindi fyri konginum.

 

Í 1917 varð líkið av konginum grivið uppaftur og avmyndað í røntgen. Drápið hevur verið roknað sum eitt tað týdningarmesta í svenskari søgu. Tá Karl XII, ið var kendur fyri sínar mongu herferðir, var fallin, varð kríggið ímóti Noregi avblást.

 

Meira um nýggju kanningarnar, sum finsku granskararnir hava gjørt, kann lesast á hesi leinkju - https://forskning.no/historie-krig/finske-rettsmedisinske-eksperter-karl-12-ma-ha-blitt-drept-av-en-norsk-kule/2134738

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Holið í høvdinum á svenska kongi, Karl hinum tólvta, var sjónligt, tá líkið av honum varð uppafturgrivið í 1917. Finskir granskarar siga, at kongurin doyði av norskum kúlum.