Ein serfrøðingarbólkur, sum stjórnin í Oslo setti, mælir frá at brúka AstraZeneca og Johnsons & Johnson koppingarevni vegna álvarsom hjáárin. Tað skrivar NTB.
Serfrøðinganevndin, sum Lars Vorland leðir, hevur í morgun latið tilmælið til norsku stjórnina.
– Eg skal ikki fara í smálutir við orsøkunum, tí tær eru longu alment kendar. Tað eru sjálvandi álvarsomu hjáárinini, sum hava hava verið, sigur Vorland.
Tilmælið er grundað á smittustøðuna í Noreg.
– Broytt smittutrýst, nýggj virusbrigdi, trupulleikar við veiting av koppingarevni og møguliga nýggj vitan um hjáárin kunnu føra til aðra niðurstøðu, stendur í tilmælinum.
Noreg hevur fyribils ikki brúkt Janssen-koppingarevni frá Johnson & Johnson, sum varð góðkent í ES og Noreg 11. mars.
AstraZeneca-koppingarevnið varð steðgað í Noreg 11. mars eftir fráboðanir um dømi við blóðtøppum hjá koppsettum.
/ritzau/NTB