Skipasmíð
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Bíleggingarbøkurnar á teimum norsku skipasmiðjurnar eru ikki tómar, minni enn so, men ein sannroynd er tað, at í ár er tað vorðið altsamt longri og longri ímillum bíleggingarnar. Eitt annað er, at tað er minni enn so vist, at øll tey bíløgdu skipini verða smíðað, tí tað kann meiri enn so henda, at byggiharrin fær ikki ta neyðugu fíggingina, soleiðis sum umstøðurnar eru broyttar.
-Vit hava fingið nøkur dimm skýggj upp á luftina, men vit velja at halda okkum til tað jaliga. Næsta ár skulu skipasmiðjurnar lata skip fyri 25 milliardir krónur, í 2010 lata tær skip fyri 22 milliardir og í 2011 fyri 7 milliardir krónur. Hetta eru teir sáttmálarnir, sum eru komnir í rættlag, sigur Egil Holland, stjóri í norska ídnaðarfelagnum, við NTB.
Egil Holland vísir á, at norsku skipasmiðjurnar hava ongantíð havt so nógvar bíleggingar áðue, og tí verður fallið niður í aldudalin ikki so ógvusligt tey fyrstu árini, sigur hann.
Harðari treytir
Ulstein-skipasmiðjan er ein av teimum stóru í Noregi við umleið 350 arbeiðsplássum. Umsetningurin í ár verður um tríggjar milliardir krónur, og hóast tað er væl meiri enn í fjør, ásannar forstjórin, Gunvor Ulstein, at tað er longri ímillum, at nakað nýtt kemur í bíleggingarbókina.
-Enn vita vit ikki, hvussu fíggjarkreppan fer at ávirka virksemi okkara, men tað verður ivaleyst truplari at fáa fígging til skip, samstundis sum kravið um eginpening verður hert, sigur hon við NTB. Ulstein-skipasmiðjan hevur í løtuni bíleggingar fyri sjey milliardir krónur og arbeiði til nakað út í 2011, men stjórin væntar, at ferðin niður í aldudalin fer at byrja í 2010.
Enn hava ongar uppsagnir við í skipasmiðjuídnaðinum, men Jan Helge Dyngeland, talsmaður hjá starvsfólkunum á Ulstein-skipasmiðjuni, ásannar, at tað kann koma.
-Vit hava sæð uppsagnir í byggivinmnuni og tænastuvinnugreinunum, og vit hava ikki gloymt, hvussu stórar trupulleikar smiðasmíðið hevði fyri bara fáum árum síðani, sigur hann við NTB.