Norskur fagnaður til Eivør

Klappini rungaðu og fløgur vórðu seldar í hópatali, tá Eivør Pálsdóttir hevði konsert í Noreg fríggjakvøldið Sagt verður, at Eivør snøgt sagt legði áhoyrararnar í Bakgarðinum í Arendal fyri sínar føtur.

Talan er um eitt av teimum væl umtóktu spælistøðunum í Noreg, og tí eru áskoðararnir vanir við góðar framførslur, men trampandi og klappandi fagnaðu hesi fleiri ferðir føroysku songkvinnuni.

Og heldur ikki hevði Eivør nóg mikið av fløgum við, tí longu tá bíðirøðin var komin í helvt, var fløgukassin tómur, so nógv vildu ogna sær eintak eftir konsertina, sigur fyrrverandi stjórin í Norðurlandahúsinum, Jan Kløvstad, sum var millum áhoyrarnar.

 

Saman við Eivør vóru Benjamin Petersen, Rógvi á Rógvu og Chris Herzberger.