Norskur tinglimur hevði rúsevni við hús

Norska løgreglan skuldsetti í dag stórtingsmannin Henning Warloe úr flokkinum Høgra fyri at hava og brúka rúsevni. Løgreglan rannsakaði í dag íbúðina, sum hann hevur í Stórtinginum, og har fann løgreglan pulvur, sum eftir øllum at døma er rúsevni, sigur norska TV2.

Løgreglan í Oslo sigur, at rannsóknin í íbúðini hjá stórtingsmanninum var partur av einum størri rúsevnamáli. Løgreglan sigur eisini, at tingmaðurin hevur viðgingið, at hann brúkar rúsevni, men at hann sýtir fyri at vera við í einum rúsevnakervi.

Tann 50 ára gamli Henning Warloe (myndin) er fyrrverandi býráðslimur í Bergen. Hann hevur nú tikið seg úr teimum stórtingsnevndunum, sum hann var í, og formaðurin í Høgra, Erna Solberg, sigur í kvøld, at flokkurin metir málið sera álvarssamt.