Rólant fekk nýtt hjarta
14 ára gamli Rólant Reginsson Biskopstø hevur tað gott, eftir at hann fekk nýtt hjarta
Søgan um Rólant Reginsson Biskopstø úr Klaksvík er ein sólskinssøga. Hann liggur á Ríkissjúkrahúsinum, hevur fingið nýtt hjarta, og skurðviðgerðin gekk væl.
Alt byrjaði við, at hann fjørsummar fekk hann krím og slapp ikki av aftur við hostan. Hann varð so kannaður, og tað vísti seg, at hann hevði ov stórt hjarta.
Hann fekk nógvan heilivág, men læknarnir søgdu, at hann noyddist at fáa nýtt hjarta.
30. oktober fóru Rólant og foreldrini Jórun Biskopstø og Regin Simonsen til Danmarkar.
Tey gjørdu seg út til at skula bíða eftir nýggjum hjarta til Rólant í nøkur ár, men longu fríggjadagin seinnapartin ringdi Ríkissjúkrahúsið og segði teimum, at eitt hjarta var til Rólant.
Gekk væl
Fríggjakvøldið varð Rólant so lagdur undir skurð, og um náttina var skurðviðgerðin liðug.
Alt gekk væl, og longu leygarmorgunin var Rólant, sum lá í respiratori, vakin aftur, skrivar Norðlýsið.
Sunnumorgunnin varð hann tikin úr respiratorinum, hann fær etið og hevur onga pínu.
Upp undir skurðvigerðina fekk hann nógvan heilivág, sum nú verður trappaður niður.
Familjan má rokna við at búgva í Danmark næsta hálva árið. Tað er væl sloppið, tá hugsa verður um, hvussu leingi onnur noyðast at bíða.
Má verjast
Enn sleppa onnur enn foreldrini ikki at vitja Rólant, sum má verjast móti smittuvanda.
Norðlýsið hevur tosað við mammuna, sum greiðir frá, at komandi tíðin kann gerast strævin, tí roknast kann við afturstigum.
***
Lat hvalirnar svimja framvið
Paul Watson og Sea Shepherd ætla sær til Føroya í summar at steðga føroyska grindadrápinum. Sosialurin spurdi nøkur fólk, hvat nú er at gera. Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, svaraði soleiðis:
- Vit skulu halda lágan profil næsta summar, um umhvørvisfelagsskapir koma hendan vegin. Vit skulu lata allar hvalir svimja forbí Føroyar og steðga við grindadrápinum, meðan Paul Watson og hini eru her. Vit hava ongan kjans at taka stríðið upp við umhvørvisfelagsskapirnar við upplýsing, segði hann.
Hvønn dag biður ein kvinna um hjálp
- Tað er næstan ikki dagur, at ikki onkur kvinna ringir til okkum at biðja um hjálp ella ráðgeving.
Tað sigur Elin Reinert Planck, dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum í Havn.
Hesi seinastu árini hava tey fingið ímillum 300 og 400 áheitanir frá kvinnum, sum vilja hava hjálp ella vegleiðing. Í fjør var talan tó um 257 áheitanir.
- Av teimum snýr ein heilur triðingur, ella gott 100 áheitanir seg beinleiðis um harðskap, sigur hon.
Burtursæð frá harðskapi, snúgva hinar áheitanirnar seg um at fáa ráð og vegleiðing í sambandi við hjúnarskilnað, løgfrøðiliga hjálp og annað.
Stórfingin superstar
Ummælini vóru góð, tá ið heimskendi sangleikurin Jesus Christ Superstar varð settur upp í føroyskari týðing.
- Hóast talan er um ungar áhugaleikarar við avmarkaðum royndum á palli, sviku tey ikki álitið. Talan var um eina stórfingna framførslu við nógvum góðum kreftum, skrivaði ummælarin hjá Sosialinum.
Neyðugt var við fleiri eykasýningum av sangleikinum, sum varð spældur í Norðurlandahúsinum í Havn.
Dulnevnd betur
Ólavur í Beiti, sum rekur Vágaportalin, heldur, at góða, gamla kjakið hvarv, tá ið bløðini steðgaðu dulnevndum lesarabrøvum.
- Dulnevndu lesarabrøvini ávirka almenna kjakið í størri mun. Fleiri koma við sínum meiningum. Í Føroyum vilja vit so fegin vita, hvør skrivar. Vit vilja síggja nøvn, og innihaldið er ikki so umráðandi. Vit gloyma, at tað, sum verður skrivað, er tað týdningarmesta, sigur Ólavur í Beiti.
***
Gentuskúlin gevur ikki dreingjum ein nøktandi skúladag og brynjar ikki gentur nóg væl til mansdomineraða samfelagið.
Tóra við Keldu um føroyska fólkaskúlan
Børn, sum spyrja nógv, spæla ofta ov lítið, og smá børn skulu spæla fyri at mennast.
Angela Petersen arbeiðir sum barnaráðgevi í Eysturoynni