Noyddust at siga venjaran upp

Hondbóltur - Bogdan Burcea hevur ikki verið eins uppsettur í ár, sum undanfarin ár. Tí noyddist nevndin í Tjaldri at siga hann úr starvi. Trygvi Mortensen, sum loysir hann av, ætlar sær at vinna liðið í finalurnar í steypakappingini og landskappingini

Niels Peter Bech er næstformaður hjá Tjaldri.
– Tað er ongantíð stuttligt at siga venjarar úr starvi. Vit mettu, at tað var rætt at siga hann úr starvi, sigur hann.
Boðini komu fríggjakvøldið.
– Hondbóltsfelagið Tjaldur og Bogdan Burcea hava í kvøld avgjørt at gevast við samstarvinum, skrivar felagið í skrivi, sent fjølmiðlunum.
Aftaná fýra ár eru Tjaldrið og Bogdan Burcea farin hvør til sítt. Hond­bóltsfelagið í Runavík hevur vunnið seg úr næstbestudeildina og upp á ovasta tindin í føroyskum kvinnuhondbólti undir leiðsuni av Burcea.
Niels Peter Bech sigur, at rumenski venjarin hevur ikki verið eins uppsettur í hesum kapp­ingar­árinum, og tað sæst aftur í avrikunum. Bech harmast um, at nevndin noyddist at taka hesa av­gerðina.
Mikukvøldið í farnu viku spældi Tjaldrið javnt á heimavølli móti StÍF, sum er greitt botnlið.
Tjaldur hevur ikki spælt um vikuskifti. Um avgerðin skuldi takast, so skuldi tað vera nú, sigur Niels Peter Bech. Soleiðis hevur nýggi venjarin eina viku at gera sína ávirkan galdandi.
– Vit hava snøgt sagt ikki verið nøgdir við avrikini í hesum kappingarárinum. Bogdan hevur havt sera stóra ávirkan á felagið, og vit eru sera takksamir fyri hansara arbeiði. Tað er í sátt og semju, at vit gevast við samstarvinum, hóast hann ikki ynskti tað, sigur Niels Peter Bech.
Hann leggur dent á, at eingin hevur klamsað við hurðunum.

Trygvi er spentur
Trygvi Mortensen hevur loyst Bogdan Burcea av.
Hann hevur seinastu árini roynt seg sum fótbóltsvenjara. Eitt starv, sum gagnar honum sum hond­bóltsvenjara.
– Tú arbeiðir við fólki, og krops­liga venjingin líkist nógv. So tað eru ávísir fyrimunur við tí, sigur Trygvi Mortensen, sum umframt at spælt sjálvur og verið venjari hjá hondbóltsliðnum NSÍ, hevur roynt seg sum dómara.
Hann sigur, at Tjaldur skal spæla positivan hondbólt.
– Tað ræður um at finna spæli­gleðina aftur skjótast tilber. Um tað eydnast, samstundis sum vit stríð­ast fyri tí, so koma vit langt, sigur hann.
Trygvi Mortensen ger greitt, at málið er at vinna seg í final­urnar í landskappingini og steypa­kappingini.
Niels Peter Bech, næstformaður, er spentur.
– Nú royna vit hetta, og so fer tíðin at vísa, um vit tóku røttu av­gerðina, sigur hann.
Tjaldur spælir á heimavølli móti Neistanum komandi sunnudag.