Í fjør var NSÍ einaferð í Klaksvík. Heimaliðið hevði stóra leikliga yvirvág, men tað endaði 1-1. Tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at tað eydnaðist KÍ at javna. Trýstið var stórt, men NSÍ verjan var heilt framúr.
Sunnudagin royndist NSÍ verjan ikki so væl, tá ið tað endaði við 5-2 tapi á Tórsvølli ímóti HB:
-Hatta var heilt undarligt. Vit kendu okkum at hava sinniliga og kropsliga orku, og vit spældu okkum til eins nógvar møguleikar, sum HB gjørdi. Teir vóru kyniskari enn vit, staðfestir NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum ikki heldur, at hansara menn eru ávirkaðir av trivaliga tapinum, nú teir fara til Klaksvíkar.
Hjá NSÍ kemur tað illa við, at álopsessið Petur Knudsen er leikbannaður. Síðsta vikuskifti spældi Rógvi Egilstoft við næstbesta liðnum. Í gjár var hann við til at vinna FM í talvi til Sandavágs, og seinnapartin í dag verður stríðsmaðurin og góði bóltspælarin á NSÍ listanum í Klaksvík.
Klaksvíkingar eru ovast á støðutalvuni eftir fyrsta umfar, og teir dylja ikki, at málið er at vinna FM heitið:
-Vit krevja nógv av okkum sjálvum, tí vit halda, at vit eiga gott lið. Yvirleggjarin verður hækkaður hvørt ár, og vit royna at fylgja við, og nýggju menninir síggja út til at vera góðir. Tað eru fleiri, sum kappast, og vit ætla at vera í toppinum, sigur liðformaðurin Jákup B. Andreasen.
Í 4-0 sigrinum ímóti B68 var Deni Pavlovic vongverji í vinstru. Tað plagar hann ikki at vera. Nú eru fleiri um boðið. Jesper Brinck, sum í fjør ofta var vongverji í vinstru, spældi í gjár á næstbesta liðnum, og Dávid Langgaard, sum ofta hevur verið vongverji, hevur vant í vikuni, sum fór.
Daniel Björkman var í gjár á næstbestaliðnum.
KÍ – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00.