NSÍ skorið 37 prosent av rakstrinum

NSÍ, ið hevur verið eitt av frægastu liðunum í Føroyum hevði aðalfund í gjár.

Har kom millum annað fram, at felagið hevði eitt ávíst hall í fjør.

- Vit høvdu eitt hall, men nú taka vit avleiðingarnar av hesum og hava skorið 37 prosent av rakstrinum, sigur Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ. Hann leggur afturat, at felagið er sera positivt viðvíkjandi gongdini í 2009.