NSÍ tapti 3-0

Tað er rættuliga lítið sannlíkt, at altjóða avbjóðingin hjá NSÍ í hesum umfarinum verður longri enn í eina viku aftrat. Um eina viku skal NSÍ spæla á heimavøllinum, sum verður á ovara vølli í Gundadali. Tá verður talan ivaleyst um avgreiðsluspurning, tí NSÍ liggur eftir fyrra dystin undir við 3-0.

NSÍ hevur í kvøld dystast niðri í Luksemburg ímóti FC Differdange 03.

NSÍ legði fyri við stórum denti á verjupartin, og tað eydnaðist at halda tørn, inntil ein hálvur tími var farin. Tá skoraði Kettenmeyer, og fýra minuttir undan hvíldini økti Bettmer um leiðsluna. Longu tveir minuttir eftir steðgin skoraði Er Rafik. So var 3-0, og harvið var greitt, at talan fór at verða um trivaligan heimasigur, og tað tykist eisini greitt, at tað verður sera torført hjá NSÍ at svara aftur um eina viku.

Tølini siga, at heimaliðiið var greitt omaná:

Heimaliðið hevði 23 royndir ímóti málinum hjá Kristiani Joesen, meðan NSÍ hevði fýra royndir ímóti mótstøðumálinum.

NSÍ hevði trý hornaspørk og heimaliðið hevði ellivu hornaspørk.

Sambært heimasíðuni hjá UEFA var spælbýtið 65 prosent til heimaliðið og 35 til unga og óroynda NSÍ liðið, sum legði størsta dentin á verjupartin og kanska fer at gera meiri við framrættaða partin um eina viku.

 

 

FC Differdange 03-NSÍ 3-0 (2-0)

1-0: Kettenmeyer 31.

2-0: Bettmer 41.

3-0: Er Rafik 47.

NSÍ: Kristian Joensen – Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Pál M. Joensen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Magnus Olsen (Andrias á Líknagøtu, 82.),Óli Arge, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

Á bonkinum verða, Pætur Høj, Bjarki Danielsen, Ari Ellingsgaard, Debes Danielsen og Helgi L. Petersen.

 

Liðugt!

3-0

 

90 min.

3-0

Heimaliðið hevur siðstu løtuna havt tvær royndir, men Kristian Joensen í NSÍ málinum hevur vart væl fyri.

 

85 min.

3-0

Andrias á Líknagøtu hevur loyst Magnus Olsen av - í 82. minutti.

Jens Joensen hevur sæð gult fri at gera fríspark.

 

 

80 min.

3-0

Tað tykist vera talan um tómgongd í Luksemburg. Síðstu løtuna hevur eingin málmøguleiki verið.

 

75 min.

3-0

Triði heimamaðurin hevur sæð gula kortið. Hesa ferð var tað eftir fríspark ímóti Jann Martin Mortensen. NSÍ spælir við teimum somu ellivu, sum vóru við í 1. hálvleiki, meðan heimaliðið hevur framt eina útskifting.

 

 

70 min.

3-0

Heimatrýstið tykist vera linkað. NSÍ hevur aftur verið í mótstøðubrotsteiginum. Hornaspark spurdist burturúr, men eftir roynd frá Pál Mohr Joensen fór´bólturin við síðuna av málinum.

 

65 min.

3-0

NSÍ hevur havt fyrsta hornasparkið í 2. hálvleiki og annað hornasparkið íalt. Einki spurdist burturúr innlegginum hjá Árna Frederiksberg. Heimaliðið hevur havt níggju hornaspørk.

 

60 min.

3-0

Gongdin er tann sama. Tølini siga, at talan er um rættuliga einvegis ferðslu. Heimaliðið hevur fyrsta tíman havt seytjan royndir ímóti málinum hjá Kristiani Joensen, meðan NSÍ hevur havt tríggjar royndir.

 

55 min.

3-0

Tað sær als einki út hjá unga NSÍ liðnum, sum roynir seg í europeisku kappingini í Luksemburg. Beinanvegin eftir steðgin - í 47. minutti - hevur heimaliðið økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0.

Heimaliðið hevur fyrstu løtuna eftir steðgin havt fleiri royndir ímóti málinum hjá Kristiani Joensen, meðan NSÍ ikki hevur megnað at svara aftur.

Heimaliðið hevur sæð gula kortið tvær ferðir. Eingin NSÍ spælari hevur sæð gult.

 

Hálvleikur

45 min.

2-0

Síðstu løtan hevur ikki verið so heppin fyri NSÍ, sum hevur verið undir størri trýsti, enn talan var um fyrsta hálva tíman.

Stutt undan steðginum hevur FC Differdange 03 lagt seg framum 2-0 eftir skjótt álop!

 

 

40 min.

1-0

So liggur NSÍ undir við einum máli. Luksemburgska liðið skoraði eftir hornasparksinnlegg.

 

30 min.

0-0

Tað er framvegis málleyst í Luksemburg. Fyrsti hálvi tímin ber ikki boð um, at talan skal verða um ógvuliga stóra mótstøðu hjá føroyska liðnum. NSÍ hevur verið væl við í spælinum, og júst nú hava teir svørtu og gulu misnýtt góðan málmøguleika.

 

25 min.

0-0

Eftir hornasparksinnlegg frá Óla Arge hevur Árni Frederiksberg havt roynd ímóti málinum, men málverjin bjargaði.

Tað regnar, og hitastigini liggja um tey 25!

 

15 min.

0-0

Fyrstu løtuna hevur tað gingið javnt á niðri í Luksemburg, har NSÍ í kvøld spælir í europeisku kappingini. NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen hevur havt tvær royndir ímóti mótstøðumálinum.

 

FC Differdange 03-NSÍ kl. 17.30

 

NSÍ: Kristian Joensen – Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Pál M. Joensen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Magnus Olsen, Óli Arge, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

Á bonkinum verða, Pætur Høj, Andrias á Líknagøtu, Bjarki Danielsen, Ari Ellingsgaard, Debes Danielsen og Helgi L. Petersen.