NSÍ tapti aftur toppdyst

Fuglfirðingur og fyrrverandi ÍF spælari javnaði til 2-2 fyri Skála í Fuglafirði

Veikleikin hjá NSÍ hevur verið, at tað gongst illa ímóti teimum, sum teir svørtu og gula ætla sær at kappast við um FM heitið. Fyrr í ár hevur NSÍ tapt ímóti HB og Víkingi á heimavølli, og í kvøld legði NSÍ rygg til 3-1 tap í Gundadali ímóti B36.

 

Sebastian Pingel skoraði fyrsta B36 málið, tá ið tólv sekund vóru farin. Fyrri hálvleikur var ikki hálvrunnin, tá ið Sebastian Pingel noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur í knænum. Úr B36 húsinum verður sagt, at tað tykist sannlíkt, at álopsspælarin er so mikið skaddur, at hann ikki verður førur fyri at spæla næstu 4-6 vikurnar.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Róaldur Jakobsen um B36 leiðsluna, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tá ið Jákup á Borg varð togaður niður.

 

NSÍ hevði fleiri ungar og óroyndar menn á liðnum, og mest sum allan fyrra hálvleik vóru meistararnir greitt omaná. So var tað, at vandamiklasti maðurin í føroyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen, mest sum burtur úr ongum og úr átjan metrum sendi bóltin í B36 málið. 2-1 og NSÍ spælararnir kendu vónina kveikta, tá ið teir fóru at rinda møðina.

 

Eftir hvíldina var NSÍ bragdligt fyrstu løtuna, men eftir at Lukasz Cieslewicz økti til 3-1, var tað B36, sum fyri tað mesta hevði bóltin á fótum.

 

Sigurin ber við sær, at meistararnir í B36 nú eru á triðja plássi við fjúrtan stigum, meðan Víkingur hevur fimtan stig, og HB hevur seytjan stig. Nú er NSÍ á fjórða plássi við tólv stigum.

 

KÍ hevði møguleika at toga seg nærri altjóða atgongumerki, men tað eydnaðist ikki at vinna fulla úrtøku á Argjum. Eftir málleyst fyrra umfar var tað Símun Samuelsen, sum stútaði AB framum. Lítla løtu seinni javnaði Páll A. Klettskarð til 1-1, sum varð úrslitið. KÍ er á fimta plássi við ellivu stigum, og AB er á níggjunda plássi við fýra stigum.

 

Í Fuglafirði endaði oyggjauppgerðin ímóti Skála 2-2. Skálamenn gjørdu sjálvmál, tá ið ein hálvur tími var farin. Eitt korter undan leikloki javnaði innskifti Brian Jacobsen. Tveir minuttir seinni legði Clayton Soares ÍF framum aftur, men Skála megnaði enn einaferð at javna. Miðverjin Fritleif í Lambanum javnaði. Hann er fuglfirðingur og hevur spælt í bestu deildini fyri ÍF síðani 2004 – burtursæð frá 2011 og 2012 og í ár nú hann spælir við Skála.

 

Sunnudagin verður fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið: Giza/Hoyvík-B68, TB-NSÍ, Undrið-Skála, AB-B36, ÍF-KÍ, EB/Streymur-07 Vestur, HB-B71 og FC Suðuroy-Víkingur.

 

 

Sjeynda umfar

ÍF-Skála 2-2 (1-0)

1-0: sjálvmál 30.

1-1: Brian Jacobsen 50.

2-1: Clayton Soares 79.

2-2: Fritleif í Lambanum 90.

Dómari: Rúni Gaardbo

ÍF: Oliver Korch – Leivur Joensen, John Daniel Guðjónsson, Jan Ó. Ellingsgaard,  Alex José dos Santos – Dánjal á Lakjuni (Dánjal Pauli Højgaard, 77.), Kristoffur Jakobsen (Ari Ó. Ellingsgaard, 59.), Karl Løkin, Andy Olsen (Margeir Toftegaard, 90.) – Clayton Soares, Adeshina Lawal

Gult kort: eingin

Venjari: Jógvan Martin Olsen

Skála: Andras Gango - Teitur R. Joensen (Ari Olsen, 70.), Pætur Dam Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jákup Jacobsen - Ólavur Mikkelsen (Brian Jacobsen, 63.), Pauli G. Hansen, Edvin Jacobsen - Jákup Johansen, Jónhard Frederiksberg, Álvur F. Christiansen (Símun Petur Poulsen, 88.)

Gult kort: Pauli G. Hansen, Álvur F. Christiansen, Pætur Dam Jacobsen, Brian Jacobsen

Venjari: Pauli Poulsen

 

B36-NSÍ 3-1 (2-1)

1-0: Sebastian Pingel 1.

2-0: Róaldur Jakobsen br 21.

2-1: Klæmint A. Olsen 45.

3-1: Lukasz Cieslewicz 60.

Dómari: Petur Reinert

B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Hørður H. Askham, Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen – Jákup á Borg (Høgni Eysturoy, 83.), Lukasz Cieslewicz, Gestur Bogason Dam (Pætur Petersen, 82.) -  Sebastian Pingel (Jógvan Skeel Nolsøe, 15.)

Gult kort: Høgni Madsen

Venjari: Eyðun Klakstein

NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Per Langgaard, Jákup Andrias Gaardbo – Johan Jacobsen,  Petur Knudsen (Hans Marius Davidsen, 75.), Heini Mourits Mortensen, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg (Andri Benjaminsen, 88.), Klæmint A. Olsen, Jann Benjaminsen (Jonleif Højgaard, 71.)

Gult kort: eingin

Venjari: Anders Gerber

 

AB-KÍ 1-1 (0-0)

1-0: Símun Samuelsen 50.

1-1: Páll A. Klettskarð 56.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

AB: Heðin Stenberg – Søren Samuelsen, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Jónas Stenberg - Bárður Olsen, Dan í Soylu, Aron Clementsen -  Árni G. Nielsen (Bjarki Nielsen, 63.), Karstin Højgaard (Martin Midjord, 87.), Símun Samuelsen (Bjarni Skála, 90.)

Gult kort: Sørin Samuelsen, Aron Clementsen

Venjari: Trygvi Mortensen

KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Ísak Simonsen (Atli Danielsen, 81.) – Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen (Niels Pauli Danielsen, 53.) – Jóannes Bjartalíð, Súni Olsen, Heðin Klakstein (Hjalgrím Elttør, 46.) – Páll A. Klettskarð

Gult kort: Hjalgrím Elttør

Venjari: Mikkjal Thomassen

 

Víkingur-TB 2-1 (1-0)

1-0: Andreas Lava Olsen 38.

1-1: Albert Adu 50.

2-1: Hans Pauli Samuelsen br 67.

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Jákup V. Olsen – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Andreas Lava Olsen (Magnus Jarnskor, 78.), Heðin Hansen (Jón Krosslá Poulsen, 57.), Hans Pauli Samuelsen – Philip Djordjevic (Jobin Drangastein, 88.)

Gult kort: Jákup Vatnhamar Olsen

Venjari: Sámal Erik Hentze

TB: Joslain Mayebi – Carl M. Bech, Árni Rúnar Ӧrvarsson, Teitur J. Olsen, Eirikur M. Ellendersen – Rógvi Joensen (Hervé Din Din, 42.), Ndende Adama Guéye, Salmundur Bech, Heini Mikal Mortensen (Signar Olsen, 84.), Teitur Justinussen (Kofi Appiah, 73.)– Albert Adu

Gult kort: Teitur Justinussen

Venjari: Robert F. Roelofsen

 

HB-B68 1-0 (0-0)

1-0: Jóhan Troest Davidsen 85.

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson –  Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Rókur Jespersen (Jákup F. Hansen, 90.), Ari Mohr Olsen (Fróði Benjaminsen, 46.) – Teit Jacobsen (Pál Mohr Joensen, 74.), Øssur Dalbúð

Gult kort: Øssur Dalbúð

Venjari: Jan C. Dam

B68: Ragnar Lindholm - Ari Johannesen, Jóhan Dávur Højgaard, Evrard Blé, Jógvan Ingvard Hansen – Óli H. Olsen, Ivan Joensen, Pedro Tarancon Anton, Hákun Edmundsson (André Olsen, 89.), Michal Przbylski (Esmar P. Clementsen, 74.) - Carlos Quintan Herrero (Otto Petersen, 86.)

Gult kort: Hákun Edmundsson, Ivan Joensen

Venjari: Páll Guðlaugsson

 

 

Støðan

HB 17

Víkingur 15

B36 14

NSÍ 12

KÍ 11

ÍF 8

TB 5

Skála 5

AB 4

B68 3

 

Áttanda umfar

Mikudagin 27. apríl

TB-NSÍ

Hósdagin 28. apríl

Víkingur-KÍ

B68-ÍF

B36-HB

AB-Skála

 

--------

 

LIÐUGT

3-1

 

90) 3-1

Pætur Petersen er skitur inn á B36 liðið.

Andri Benjaminsen er innskiftur í staðin fyri Árna Frederiksberg.

 

85) 3-1

B36 hevur sera gott tak á samanspælinum. Tað ræður um at varðveita bóltin og harvið at byrgja fyri, at mótstøðuliðið fær møguleikan at fara í álop.

 

80) 3-1

Bæði liðini skifta út: Høgni Eysturoy avloysir Jákup á Borg hjá B36, og hjá NSÍ fer Petur Knudsen av vøllinum, og í hansara stað verður settur Hans Marius Davidsen.

 

75) 3-1

Fótbóltsspælið er rímuliga gott, men tað gongst illa hjá NSÍ at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

69) 3-1

Nú var tætt við, at Lukaasz Cieslewicz økti um munin, men Símun Rógvi Hansen bjargaði.

Jónleif Højgaard avloysir Jann Benjaminsen hjá NSÍ.

 

67) 3-1

Einki bendir á, at tað skal eydnast NSÍ enn einaferð at fóta sær.

 

63) 3-1

Nú hevur B36 gott tak á spælinum, og nú eru tað aftur NSÍ spælararnir, sum renna aftaná.

 

60) 3-1

3-1: Lukasz Cieslewicz

Við fínum einmansavriki í vinstru eydnast tað Lukasz Cielseiwcz at halda Monrad Holm Jakobsen aftanfyri seg, og tá ið Lukasz kom í brotsteigin í vinstru, setti hann bóltin hegnisliga framvið Símun Rógva Hansen í NSÍ málinum.

 

56) 2-1

NSÍ spælir við eld, tá ið B36 vinnur bóltin á miðstrikuni. Lukasz Cieslewicz sneiddi seg fram til brotsteigarmarkið, har hann varð koppaður, men Jákup á Borg misnýtti frísparki mitt fyri og úr seytjan metrum.

 

50) 2-1

NSÍ er sum hamskift. Beinanvegin eftir steðgin var bólturin í B36 málinum, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu.

 

46) 2-1

Tíðindini úr B36 húsinum siga, at Sebastian Pingel er so mikið illa skaddur í knænum, at tað kann roknast við, at hann ikki verður førur fyri at spæla næstu 4-6 vikurnar.

 

HÁLVLEIKUR

2-1

 

45+3) 2-1

2-1: Klæmint A. Olsen

Við fínum langskoti úr átjan metrum og mitt fyri hevur NSÍ liðformaðurin dygst undan steðginum kveikt nýggja vón fyri NSÍ!

 

Tríggir minuttir lagdir aftrat fyrra hálvleiki.

 

45) 0-0

NSÍ hevur síðstu løtuna havt tvey horna, uttan at nakað spurdist burturúr.

 

40) 2-0

NSÍ vísir lítið sannførandi uppspæl úr verjuni, og tað ber við sær, at Jógvan Skeel Nolsøe fær bóltin og smekkar til, men Símun Rógvi Hansen bjargar lættliga.

 

36) 2-0

GULT KORT. Høgni Madsen hjá B36.

Fyri tað mesta eru tað gestirnir, sum renna aftaná heimamonnunum, men talan hevur ikki síðstu løtuna verið um upplagdar møguleikar.

 

26) 2-0

NSÍ spælararnir vilja hava dómaran at døma brotsspark, tá ið Klæmint A. Olsen fer um koll, men Petur Reinert heldur, at bóltur er ímillum, og so dømir hann hornaspark.

 

20) 2-0

2-0: Róaldur Jakobsen br

Jákup á Borg varð togaður niður, og dómarin peikaði á ellivu metra blettin. Róaldur Jakobsen var púra tryggur og setti bóltin í málið.

 

15) 1-0

Tað sær út til, at einasti málskjúttin higartil er rættiliga skaddur. Hann fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Jógvan Skeel Nolsøe.

 

12) 1-0

Sebastian Pingel, sum skoraði beinanvegin, liggur skaddur á vøllinum.

NSÍ hevur havt ein møguleika, tá ið Pól Jóhannus Justinussen royndi seg.

 

07) 1-0

NSÍ hevur fleiri blaðungar spælarar á liðnum í kvøld. Heini Mourits Mortensen hevur ongantíð áður verið á besta liðnum. Hann er sonur AB venjaran Trygva Mortensen. 

 

01) 1-0

1-0: Sebastian Pingel

Í fyrsta álopi - eftir tólv sekund - skoraði Sebastian Pingel, tá ið hann sneiddi seg leysan og harvið gav B36 dreymabyrjan!

 

B36-NSÍ kl. 18.00

Dómari: Petur Reinert

B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Hørður H. Askham, Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Gestur Bogason Dam -  Sebastian Pingel

NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Per Langgaard, Jákup Andrias Gaardbo – Johan Jacobsen,  Petur Knudsen, Heini Mourits Mortensen, Jann Benjaminsen – Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg 

 

----------

 

LIÐUGT

1-1

 

90) 1-1

Bjarni Skaala avloysir Símun Samuelsen hjá AB. 

 

89) 1-1

KÍ misnýtir risa møguleika, tá ið Páll A. Klettskarð roynir seg úr fýra metrum, men Heðin Stenberg bjargar.

 

 87) 1-1

Martin Midjord avloysir Karstin Højgaard hjá AB.

 

85) 1-1

Atli Danielsen verður settur inn í vinstra borð hjá KÍ í staðin fyri Ísak Simonsen.

 

84) 1-1

Tað tykist ikki sum klaksvíkingar eru hugaðir at legga nógv fyri í roynd at skora. Í nógv flestu førum verður eingin kjansur tikin, og í staðin verður heldur spælt aftur eftir, áðrenn tað aftur gongur hin vegin.

 

77) 1-1

Innskifti Bjarki Nielsen hjá AB hevur verið um reppið at leggja AB framum, og síðani hevur Jóannes Bjartalíð hjá KÍ havt góðan møguleika.

 

70) 1-1

Stóra KÍ trýsið, sum bar útjavnandi málið við sær, er linkað, og nú hevur AB ordiliga fótað sær. Meðan AB er sera beinleiðis í sínum álopsspæli, so taka klaksvíkingar sær góða tíð, og ofta verður bólturin lagdur longri aftur, áðrenn tað verður bygt upp av nýggjum.

 

64) 1-1

Árni G. Nielsen hjá AB fer av vøllinum, og í hansara stað verður Bjarki Nielsen settur á vøllin.

 

60) 1-1

KÍ pressar AB í botn.

 

56) 1-1

1-1: Páll A. Klettskarð

So hevur øgiliga KÍ trýstið borið mál við sær. Páll A. Klettskarð varð einsamallur frammanfyri Heðini Stenberg, og málrevurin hjá KÍ var tryggur, tá ið hann setti bóltin í málið.

 

53) 1-0

KÍ hevur lagt øgiliga nógv fyri í royndini at javna. Súni Olsen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð hava roynt seg, men Heðin Stenberg hevur vart væl fyri.

KÍ skiftir út: Jákup B. Andreasen fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Niels Pauli Danielsen.

 

50) 1-0

1-0: Símun Samuelsen

Eftir diagonalsending úr høgru og tvørtur ígjøgnum KÍ verjuna varð Símun Samuelsen púra leysur. Meinhardt Joensen hálvbjargaði, og so setti Símun Samuelsen við høvdinum bóltin í málið.

 

46) 0-0

Hjalgrím Elttør er komin á vøllin í staðin fyri Heðin Klakstein hjá KÍ.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

Ein minuttir lagdur aftrat fyrra hálvleiki.

 

42) 0-0

Páll A. Klettskarð var í góðari støðu eftir samanspæl við Jóannes Bjartalíð, men einki spurdist burturúr.

AB hevur ikki havt upplagdar møguleikar, men í tveimum førum hevur tað verið vandamikið, tá ið KÍ hevur mist í uppspælinum.

 

37) 0-0

Fótbóltsspælið er ikki altíð so sannførandi, men tað er intenst og spennandi. KÍ hevur verið nærri við, men tað gongur sum heild sera javnt á.

27) 0-0

Nú var tætt við, at KÍ legði seg framum. Eftir innlegg frá Sørmundi Kalsø og til handara stólpa, sendi Jóannes Bjartalíð bóltin í stólpan aftanfyri Heðin Stenberg í AB málinum.

 

22) 0-0

Tað er framvegis tætt og javnt. KÍ hevur tiltuskað sær fyrsta hornasparkið í høgru, men einki spyrst burturúr.

 

14) 0-0

Tað verður framvegis bíðað eftir fyrsta málmøguleikanum.

AB hevur í løtum roynt at lagt trýst á KÍ verjuna fyri at fáa gestirnar at gera mistøk.

 

10) 0-0

Símun Samuelsen er aftur á AB liðnum, eftir at hann sunnudagin var uttanfyri orsaka av skaða.

Sandri Færø er skaddur, og tí er Jónas Stenberg vinstri vongverji hjá AB í kvøld.

 

07) 0-0

Kanska hevur KÍ verið eitt vet meiri á bóltinum, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

3) 0-0

Meinhardt Joensen er í KÍ málinum í dag.

 

AB-KÍ kl. 18.00

Dómari: Kári J. á Høvdanum

AB: Heðin Stenberg – Søren Samuelsen, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Jónas Stenberg - Bárður Olsen, Dan í Soylu, Aron Clementsen -  Árni G. Nielsen, Karstin Højgaard, Símun Samuelsen

KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Ísak Simonsen – Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen – Jóannes Bjartalíð, Súni Olsen, Heðin Klakstein – Páll A. Klettskarð

 

------------

LIÐUGT

2-2

 

88) 2-2

2-2: Fritleif í Lambanum

Eftir langa fríspark framlegging og eitt sindur av aftur og fram er tað Skála miðverjin Fritleif í Lambanum, sum hevur spælt so nógv við ÍF, ið smekkar bóltin í málið.

 

77) 2-1

2-1: Clayton Soares

Eftir horna úr høgru frá Alex José dos Santos og eitt sindur av aftur og fram var tað Clayton Soares, sum potaði bóltin í netið.

 

74) 1-1

1-1: Brian Jacobsen

Eftir innlegg úr vinstru hálvbjargaði Oliver Korch, tá ið Álvur F. Christiansen royndi seg við stútara, men innskifti Brian Jacobsen var fyrstur á returinum og skoraði.

 

65) 1-0

Skála hevur fyrra partin av seinna hálvleiki lagt nógv meiri fyri í álopspartinum. Innskifti Brian Jacobsen hevur havt gott skot, men tað varð bjargað til horna.

Brian Jacobsen hevur avloyst Ólav Mikkelsen hjá Skála.

Ari Ó. Ellingsgaard hevur avloyst Kristoffur Jakobsen hjá ÍF.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

 

40) 1-0

ÍF hevur tak á spælinum. Skála leggur framvegis mesta dentin á verjupartin. 

 

30) 1-0

1-0: sjálvmál

Alex José dos Santos legði innfyri úr vinstru, og Jákup Jacobsen var so óheppin at stýra bóltin í málið aftanfyri Skála málverjan Andras Gango.

 

22) 0-0

Merkisvert er tað, at Jónhard Frederiksberg er fremsti maður á Skála liðnum í kvøld. Tað eru mong ár síðani, at hann var álopsspælari. Síðstu nógvu árini hevur hann verið vongverji.

Poul Nolsøe Mikkelsen, ÍF miðverjin, er so illa skaddur, at hann er ikki førur fyri at spæla.

 

ÍF-Skála kl. 18.00

Dómari: Rúni Gaardbo

ÍF: Oliver Korch – Leivur Joensen, John Daniel Guðjónsson, Jan Ó. Ellingsgaard,  Alex José dos Santos – Dánjal á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen, Karl Løkin, Andy Olsen – Clayton Soares, Adeshina Lawal

Skála: Andras Gango - Teitur R. Joensen, Pætur Dam Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jákup Jacobsen - Ólavur Mikkelsen, Pauli G. Hansen, Edvin Jacobsen - Jákup Johansen, Jónhard Frederiksberg, Álvur F. Christiansen

 

----

 

Tríggir teir síðstu dystirnir í sjeynda umfari í Effo-deildini eru í kvøld. Fyrsta bríksl er í øllum støðum klokkan 18, og vit fylgja við er á in.fo. Tað ber eisini til at fylgja við á Rás2, har Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen eru frásøgumenn.

Undan dystarbyrjan verða uppstillingarnar lagdar inn her á síðuna.