NSÍ er í kreppu

EB/Streymur vann á heimavølli ímóti NSÍ, sum var lítið sannførandi og fyri triðju ferð á rað fór av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku

Tað stendur einki til hjá Allan K. Jepsen og NSÍ. Í dag vóru teir gulu og svørtu í Hólmanum á Eiði í oyggjauppgerð ímóti EB/Streymi.

 

Heimaliðið vann 2-1 eftir málleysan fyrra hálvleik. Úrslitið var sambært teimum, sum hava veddað, ikki soleiðis, sum tað varð roknað við. Hetta var triðja ferðin á rað, at tað ikki eydnaðist NSÍ at vinna fulla úrtøku. Eftir heimatap ímóti KÍ og javnleik ímóti HB var hetta steinur oman á byrðu.

 

Leikliga avrikið hjá NSÍ var á ongan hátt soleiðis, sum tað kann roknast við av liði, ið ætlar at vera við í kappingini um FM og pláss í Europa. Í fyrra hálvleiki var NSÍ meiri á bóltinum, men tað gekk illa at vinna upplagdar málmøguleikar. Ungi málverjin Jóannes Davidsen, sum seinastu ferðirnar hevur verið avloysari hjá skadda Róa Zachariasen, bjargaði sera væl, tá ið fríspark varð sent omanfyri manngarðin hjá heimaliðnum.

 

Eftir steðgin eydnaðist tað EB/Streymi at leggja seg framum bæði 1-0 og 2-0, áðrenn NSÍ fram ímóti dystarenda minkaði um munin. Men tað eydnaðist ikki gestunum at javna:

 

EB/Streyma miðvallarin Hjalti K. Djurhuus skoraði til 1-0, tá ið hann umsetti brotsspark, sum Símun Sólheim vann, til mál:

 

-Teir høvdu yvirvág í fyrra hálvleiki, men talan var ikki um stórvegis málmøguleikar. Í steðginum tóku vit samanum, og tað var semja um, at avrikið skuldi verða betri, enn tað var. So eydnaðist tað Símuni Sólheim at vinna brotsspark, og loksins eydnaðist mær at skora mál í bestu deildini, sigur miðvallarin Hjalti K. Djurhuus, sum umsetti brotssparkið til mál.

 

Eftir fríspark og eitt sindur av aftur og fram økti Gutti Dahl-Olsen mest sum av málstrikuni um munin til 2-0, meðan gestirnir stóðu og hugdu at.

 

Sigurin ber við sær, at eB/Streymur nú hevur 12 stig og er á sætta plássi.

 

Aron Knundsen minkaði um munin við fínum frísparki, men tað var nærri við, at EB/Streymur økti um munin enn at NSÍ javnaði.

 

NSÍ venjarin Allan K. Jepsen var vónbrotin yvir at tapa 2-1:

 

-Vit kunnu ikki siga annað, enn at EB/Streymur var dugnaligari í avgerandi støðum, enn vit vóru. Í fyrra hálvleiki sóru vit í støðum, har tað var møguleiki fyri at skora eitt og fleiri mál. Men vit vóru ikki nóg neyvir og dugnaligir. Eftir steðgin skoraðu teir fyrsta málið, og so var tað strevið. Vit høvdu bóltin frammarlaga á vøllinum, og vit høvdu møguleikar, men EB/Streymur vardi væl, og vit vóru ikki nóg tolnir, heldur NSÍ venjarin Allan K. Jepsen.

 

Dánial Danielsen vardi NSÍ málið, nú Tórður Thomsen er skaddur, men hann var ikki orsøkin til, at NSÍ tapti.

 

-Klæmint A. Olsen varð illa fyri undir upphitingini, og so settu vit Petur Knudsen inn, hóast hann var eitt sindur darvaður av skaða. Vit vóru væl fyrireikaðir, men vit vóru ikki nóg dugnaligir, staðfestir NSÍ venarin Allan K. Jepsen í samrøðu við Óla G. Samuelsen á FM1.

 

Liðavrikið hjá NSÍ var ikki sannførandi, og tað er langt frá hugflogsríku avrikunum, sum í fjør bóru silvurkrónur í landskappingini og steypakappingini og pláss í Europa við sær. Úrslitini seinastu tíðina og avrikið í dag ger, at tað er ikki so undarligt, at tað verður tosað um kreppu í NSÍ.

 

 

 

EB/Streymur – NSÍ 2-1 (0-0)

 

1-0: Hjalti K. Djurhuus

 

2-0: Gutti Dahl-Olsen

 

2-1: Aron Knudsen

 

EB/Streymur: Jóannes Danielsen – Niklas Kruse, Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Ári Arge – Rói H. Olsen, Hjalti K. Djurhuus, Ronni Møller-Iveresen, Símun Sólheim, Heðin Klakstein – Gutti Dahl-Olsen,

 

NSÍ: Dánial Danielsen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard (Mórits Heini Mortensen,  ­­Rógvi Egilstoft – Pætur Hentze, Aron Knudsen, Betuel Hansen, Tróndur Jensen, Pætur Turiðarson Skipanes – Petur Knudsen, Jørgen Nielsen