NSÍ smurdi KÍ av

1. deild: Heimaliðið var frammanfyri við fimm málum, áðrenn KÍ tvær ferðir svaraði aftur

Tað gongur væl hjá besta KÍ liðnum, sum er klárt topplið í bestu deildini. Hjá næstbesta KÍ liðnum gongur tað minni væl. Liðið er plaserað í nánd av niðurflytingarstrikuni, og í dag endaði tað við trivaligum tapi í Runavík.

 

Tá ið seinni hálvleikur var átta minuttir gamal, økti NSÍ um munin til 5-0. Tá sá tað út til, at talan fór at verða um stórt skrædl, men seinna partin av seinna hálvleiki eydnaðist tað klaksvíkingum tvær ferðir at minka um munin, og so vann NSÍ 5-2.

 

NSÍ hevur 20 stig, og KÍ hevur 11 stig.

 

Sølvi Sigvardsen legði NSÍ á odda í 11. minutti, og tveir minuttir seinni økti Kári Hansen um munin til 2-0. Hjá báðum tveimum var hetta annað málið í hesum kappingarárinum.

 

Jógvan Højgaard, sum er tann, ið hevur verið flestar minuttir á vøllinum av øllum á næstbesta NSÍ liðnum í ár, økti til 3-0 í 33. minutti. Hann er NSÍ toppskjútti við fimm málum.

 

Fimm minuttir undan steðginum og átta minuttir eftir steðgin var Meinhard Fríðálvur Janusarson upp á spæl, tá ið hann økti til 4-0 og 5-0. Nú hevur hann skorað fýra mál á næstbesta liðnum í ár.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði Kristian Svabo Eliasen um munin til 5-1, og tíggju minuttir undan leikloki umsetti innskifti Óli Eyðsteinsson Poulsen brotsspark til mál so var 5-2.

 

Evnaríki 20 ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen hevur spælt millum lítið og einki, síðani 10. mars í 2019, tá ið bestu liðini hjá KÍ og HB í fyrsta umfari leiktu málleysan javnleik. Eftir drúgvan skaðasteðg hevur hann tríggjar ferðir higartil í ár verið á U-21 liðnum hjá KÍ.

 

Eingin av teimum, sum plaga at manna besta liðið hjá KÍ, var á listanum ídag.

 

Hjá NSÍ varð Mórits Heini Mortensen skiftur inn á liðið beinanvegin eftir steðgin.

 

KÍ skal næsta leygardag spæla á heimavølli ímóti B71.

 

NSÍ skal næsta leygardag spæla á útivølli ímóti Víkingi.