Nú eigur HB Hanus

Betri deildin menn: Leigusáttmálin við Hanus Sørensen er nú blivin til eitt endaligt skifti

Mynd: (HB.fo)

HB boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Hanus Sørensen, ið nú verður partur av barndómsfelagnum. Hann bleiv undan kappingarbyrjan útleigaður frá Middelfart í Danmark.

 

Tað gekk ein løta, at fáa leigusáttmálan upp á pláss, tí partarnir vóru ikki heilt samdir um allar lutir. leigusáttmálin gekk fram til 30. juni – tað vil siga í gjár. Í dag er nýggjur sáttmáli gjørdur við Hanus Sørensen, sum hesa ferð skiftir til HB.

 

Nýggi sáttmálin er galdandi fram til kappingarlok 2024. Hanus Sørensen er upprunaliga úr HB. Hann fór sum ungur at royna seg í ungdómsdeildunum hjá FC Midtjylland. Hann var ein týðandi spælari hjá U17-landsliðnum, sum í 2017 vann seg í EM-endaspælið.

 

HB.fo skrivar:

 

Hanus kemur heim. Hanus Sørensen, sum seinast hálva árið hevur verið leigaður úr Middelfart, flytur nú permanent heim aftur. Leigusáttmálin gekk fram til 30. juni, men nú er avtala gjørd við Hanus um sáttmála fram til kappingarlok 2024. Hóast hann hevur verið hjá okkum í eitt hálvt ár nú, ynskja vit honum vælkomnan heim. Einaferð afturat.

 

Mynd: (HB.fo)