Nú eigur Víkingur ábyrgdina

Klaksvíkingar skulu finna støðið aftur eftir laka avrikið mikukvøldið í steypakappingini

Støðutalvan sigur, at tað stendur nógv upp á spæl, tá ið Víkingur seinnapartin verður vertur fyri KÍ.

 

Víkingur er næstfremst við 24 stigum, og tað eru fimm stig aftur til B36 og triðja plássið. KÍ er fremst við fullum stigatali – 30 – og tað eru seks stig aftur til Víking.

 

Um klaksvíkingar framvegis fara at eiga fulla úrtøku, tá ið teir seint seinnapartin fara undir aftur fjørðin, so verður FM spenningurin avlýstur – í hvussu so er undan Europa luttøkuni í summar.

 

Mikukvøldið spældu bæði Víkingur og KÍ seg víðari í steypakappingini, og tað er møguleiki fyri, at tað vera KÍ og Víkingur, sum síðsta leygardagin í oktober fara at spæla steypafinalu.

 

Mikukvøldið var avrikið hjá KÍ einki at reypa av. Tað var ikki fyrr enn fimm minuttir undan leikloki, at tað eydnaðist at fáa mál ímóti ÍF í næstbestu deildini.

 

Mikukvøldið var avrikið hjá Víkingi sannførandi skilt á tann hátt, at Víkingur skoraði tvey mál fyrsta lítla hálva tíman, og so høvdu víkingarnir tamarhald á støðuni.

 

Einasta ferðin higartil í ár, at KÍ av álvara hevur kent mótstøðu var, tá ið Víkingur var í Klaksvík, og heimaliðið vann 1-0.

 

Hjá Víkingi eru fleiri av teimum, sum hava verið skaddir, komnir fyri seg. Eisini Finnur Justinussen og Ari Olsen, sum í eitt ár hava verið uttanfyri orsakað av slitnum krossbandi.

 

Ari Olsen var ein hálvan tíma á vøllinum í steypadystinum mikukvøldið, og Finnur Justinussen spældi allan dystin í gjár, tá ið næstbesta liðið vann 3-1 á útivølli ímóti Undrið FF. Finnur skorað hattrikk.

 

Hjá KÍ eru Claes Philip Kronberg, Jonn Johannesen og Børge Petersen skaddir.