Nú er 23 ára gamla Nicole deyð í Kabul

Nicole Gee plagdi at leggja myndir út á Instagram, og her segði hon, at hon elskar tað arbeiði, hon hevði. Men, kvinnan, sum stendur við smábarninum, doyði í yvirgangsálopinum hósdagin.

Her heldur Nicole L. Gee einum smábarni á flogvøllinum í Kabul. Hon doyði í atsóknini hósdagin.

 

 

Fyri einari viku síðan deildi 23 ára gamla, Nicole Gee, eina mynd av einum smábarni, sum hon stendur við í fanginum við flogvøllin í Kabul, og í tekstinum til myndina skrivaði hon "Eg elski mítt arbeiði..."

 

Men, hósdagin, tá flogvøllurin í Kabul varð raktur av yvirgangsálopi, læt hon lív saman við 12 øðrum amerikanskum hermonnum og einum stórum tali av afganarum, sum royndu at koma sær úr landinum.

 

Í dag kunngjørdi Pentagon nøvnini á amerikansku herfólkunum, sum lótu lív í álopinum, og millum hesi er 23 ára gamla, Nicole L. Gee úr Sacramento í Kalifornia. Áðrenn álopið var unga amerikanska kvinnan aktiv á Instagram, har hon deildi myndir úr gerandisdegnum. 

 

Hin 2. august fekk hon sersjant-heitið undir einum hátíðarhaldi í Kuwait, og seinastu vikuna hevur hon starvast við flogvøllin í Kabul. Tað er ein vika síðan, hon deildi myndina, har hon stendur við smábarninum.

 

##med2##

 

- Eg elski mítt arbeiði, skrivaði hon niðast undir myndini.

 

Ein dag seinni deildi hon eina mynd, har hon ansar eftir fólki, sum vilja úr Afganistan og eru á veg í eitt flogfar.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur, at støðan í Kabul er ógvuliga vandamikil, og hann heldur tað avgjørt ikki vera óhugsandi, at Kabul verður raktur av einum nýggjum yvirgangsálopi ein av fyrstu døgunum. 

 

Desperatir afganar flokkast framvegis við flogvøllin í einari roynd at sleppa úr landinum, eftir at Taliban herfyri tók valið í Afganistan.

 

- Álopið hósdagin verður ikki hitt seinasta, og vit fara at halda fram við at jagstra øll, sum kunnu hava tilknýti til yvirgangsatsóknina. Hesi skulu standa til svars fyri sína gerð, segði Joe Biden, sum stúrir fyri nýggjum álopum innan 24 til 36 tímar.

 

Listin, sum Pentagon í dag hevur kunngjørt yvir amerikansku herfólkini, sum lótu lív, er hesin: 

 

* Nicole L. Gee (23), Sacramento/ Kalifornia.

 

* Rylee McCollum (20), Bondurant/ Wyoming.

 

(McCollum var giftur. Konan skal føða teirra fyrsta barn um tríggjar vikur)

 

* Kareem Mae' Lee Grant Nikoui (20), Noroco/ Kalifornia.

* Max Soviak, Ohio

* Jared Schitz (20), St. Louis

* Taylor Hoover (31), Utah.

* Daegan William-Tyeler Page (23), Kalifornia

 

* Ryan Knauss (23), Knoxville/ Tennessee

 

* Hunter Lopez (22), Kalifornia

 

* David Lee Espinoza (20), Laredo/ Texas

 

* Humberto Sanches (22), Logansport/ Indiana

 

(Øll nøvnini eru ikki við)

 

Amerikanskir myndugleikar halda, at tað er ein grein av IS í Afganistan, rópt ISIS-K, sum stóð aftan fyri yvirgangsatsóknina hósdagin.

 

##med3##

 

 

 

Her heldur Nicole L. Gee einum smábarni á flogvøllinum í Kabul. Hon doyði í atsóknini hósdagin.

Her roynir Nicole Gee at syrgja fyri, at flóttafólk sleppa trygt í flogfarið.