Nú er ætlanin at undirskriva avtaluna

Umboð fyri donsku stjórnina koma higar í næsta mánað

Nú er ætlanin at undirskriva ætlanina um radaran, sum skal setast upp á Sornfelli. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum. Fyrrverandi verjumálaráðharrin í Danmark, Trine Bramsen, kallaði tað ein hernaðarradara, men síðani eru tey farin at kalla tað ein eftirlitsradara og eisini Jenis av Rana tvíheldur um, at hetta er ikki ein hernaðarradari men ein eftirlitsradari.

 

Málið hevur verið umstrítt í Føroyum. Tað hevur ikki verið so stór ósemja um, antin hann skal setast upp, ella ikki, men tey í andstøðuni halda, at Løgtingið eigur at fáa høvi til at skifta orð um eina so prinsipiella avgerð.

 

Men tað heldur samgongan ikki, tí tey halda, at tað er nøktandi, at hetta verður avgreitt í samráð við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum.

 

Jenis av Rana sigur, at fyrstu vikuna í juni verður ríkisfundur í Føroyum, har ríkisleiðararnir hittast og sama dag verður eisini fundur í samstarvsráðnum, har fleiri ráðharrar úr teimum trimum londunum eisini eru við. Í tí sambandi eru bæði stjórnarovastin, og fleiri ráðharrar, í Føroyum.

 

Jenis av Rana sigur, at hann miðjar eftir at geva dønum eitt formligt svar upp á umsóknina um at seta radaran upp. Tað er bara ein avgreiðsluspurningur, men landsstýrismaðurin sigur, at verður umsóknin gingin á møti, miðjar hann eftir at avtalan kann undirskrivast í sambandi við ríkisfundin og fundin í samstarvsráðnum.