Nú er aftur stór minking í Sandoy og í Suðuroy

Yvirhøvur er tað í kommununum í útjaðaranum, har tað er afturgongd

Sum vit skrivaðu í gjár, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, at fólktalið í Føroyum veksur alsamt, hóast vøksturin er hæsaður av. Niðurstøðan er, at hetta seinasta árið er fólkatalið vaksið í 14 kommunum, tað er minkað í 14 kommunum og tað er óbroytt í einari kommunu. Tað er bara í Fugloy, at fólkatalið er akkurát tað sama nú, sum fyri einum ári síðani.

 

Eyðvitað var størsti vøksturin í Tórshavnar kommunu. Nú búgva yvir 23.000 fólk í kommununi, og tað svarar til 43 prosent av fólkatalinum. Av teimum 23.000, eru 21.000 búsitandi í Havn, í Hoyvík og á Argjum. Næststørsti vøksturin var í Eysturkommunu, sum nú hevur 2.300 íbúgvar.  Lutfalsliga størsti vøkstur upp á heili 4,7 prosent var í Nes kommunu. Sostatt nærkast fólkatalið í Nes kommunu 1.500 fólkum. Somuleiðis var lutfalsliga stórur vøkstur í Eysturkommunu, Eiðis og Vestmanna kommunu. 

 

Yvirhøvur er tað í teimum størru kommununum í meginøkinum, at fólkatalið veksur, ikki minst rundan um undirsjóvar-tunnilsmunnarnar í Eysturoynni.

 

Hinvegin eru tað yvirhøvur í kommununum í útjaðaranum, at fólkatalið minkar.  Eftir at tað hevur gingið so nøkunlunda í syðra parti í landinum hesi seinastu árini, er fólkatalið nú aftur minkað nokk so fitt í Suðuroy og í Sandoynni. Sum sagt er fólkatalið minkað í 14 kommunum hetta seinasta árið, og níggju av teimum eru í syðra parti í landinum.

 

Í Sandoynni hevur undirsjóvartunnilin ikki havt nakra ávirkan, tí har er fólkatalið minkað heili 39 fólk hetta seinasta árið. Nógv størsti vøksturin var á Sandi, har fólkatalið er minkað 39 fólk.  Men eisini í Suðuroy er stór minking, tí har er fólkatalið minkað 22 fólk hetta seinasta árið. Nógv tann størsta minkingin var í Hvalba, tí nú eru 14 fólk færri í Hvalba enn tað vóru fyri einum ári síðani.

 

Tær kommunurnar, har fólkatalið er minkað hetta seinasta árið, eru:

 

Viðareiði         - 8

 

Hvannasund    -7

 

Kunoy              -6

 

Kvívík               -1

 

Sørvágur        -3

 

Skúgvoy.        - 1

 

Sandur          -34

 

Skálavík          -5

 

Húsavík           -6

 

Hvalba           -14

 

Fámjin             -1

 

Tvøroyri          -2

 

Vágur              -4

 

Sumba            -9