Nú er alt meira vanligt aftur

- Útlitini frameftir eru góð. Fiskaprísirnir eru hækkaðir, og PRG liggur ikki inni við stórum goymslum, sigur Páll Gregersen.

 

- Eftir páskir hevur alt verið so nøkulunda sum fyri koronu, sigur Páll Gregersen.

Tá koronu-farsóttin byraði at gera um seg í mars mánaði í fjør og Italia, sum eitt av fyrstu londunum í Evropa gjørdist serliga meint rakt, kom rættiligur stígur í søluna av saltfiski.

 

- Italia er okkara størsti marknaður, og her steðgaði at kalla alt upp. Sum tíðin leið, fyltust okkara goymslur við saltfiski, men tíbetur fór eitt sindur út av og á. Aðrir marknaðir hjá okkum, sum eitt nú Spania, Portugál og Grikkaland, vórðu eisini hart raktir.

 

Páll Gregersen vísir á, at sum árið í fjør leið, gjørdist avleiðingin, at virkaðu nøgdirnar og sølan av saltfiski gjørdist eini 10 prosent minni, enn nøgdirnar annars høvdu verið.

- Vit løgdu eisini stilt í nakrar dagar í fjør, tá útlitini vóru rættiliga ivingarsom. Men, undantikið teir dagarnar, vit løgdu stilt, arbeiddu vit alt 2020, tó at her var einki yvirtíðararbeiði.

 

Hann sigur, at ein onnur avleiðing av broyttu marknaðarviðurskiftunum í fjør var, at prísurin á eitt nú frystari longu til skipini fór úr 17 krónum fyri kilo og niður í einari 12 krónur fyri kilo.

Páll Gregersen sigur, at í byrjanini av 2021 vóru tey eisini meira varin á saltfiskavirkinum í Gøtu, men eftir páskir hevur alt verið so nøkulunda, sum tað var fyri koronu, og prísirnir á bæði ráfiski og lidnum fiskavørum eru hækkaðir aftur.

Hjá PRG arbeiða eini 80 fólk, og einar tvær vikur fyri summarfrítíðina í ár, gjørdist eitt fólk, sum starvast á virkinum, rakt av koronu.

- Avleiðingin var, at ein stórur triðingur av starvsfólkunum noyddust í sóttarhald í einar 10 dagar, og hetta var okkum dýrt. Men, tíbetur gjørdist eingin annar á virkinum smittaður.

Páll Gregersen sigur, at útlitini frameftir eru góð. Prísirnir eru farnir upp aftur, og PRG liggur ikki inni við stórum goymslum.  

- Rávørugrundarlagið undir Fiskavirkinum í Gøtu er toskur, bromsa og longa, harav toskurin er høvuðsfiskaslagið, sigur hann.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar síðsta fríggjadag, var stórt serblað um vinnu, og her er nógv forvitnisligt og viðkomandi vinnutilfar at lesa. Í serblaðnum verður eitt nú hugt eftir, hvat korona hevur merkt fyri føroyskar vinnufyritøkur.

 

 

 

 

 

- Eftir páskir hevur alt verið so nøkulunda sum fyri koronu, sigur Páll Gregersen.