Nú er avgjørt hvør fer at fáa lønarhækking

Samgongan er samd um, hvørjir samfelagsbólkar fara at fáa eina stóra lønarhækking á nýggjárinum

Í samgonguskjalinum varð avtalað, at samgongan vil geva lægst løntu bólkunum á umsorganarøkinum eitt lønarlyft.  

 

Landsstýrið hevur avgjørt, at tað verða hesir bólkar verða umfataðir av lønarlyftinum: Námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving.  

 

Talan er um bólkar sum starvast á eldra-, dagstovna- og almannaøkinum, har tað er ringt at fáa nokk av starvsfólki, sigur samgongan í tíðindaskrivi í morgun.

 

Oman á lønarkarmin 

 

Lønarlyftið verður ikki ein partur av lønarsamráðingunum annars so tað kemur oman á lønarhækkingarnar, fakfeløgini semjast um í samráðingunum við arbeiðsgevaran.

 

Nógv tann størsti parturin av hesum bólkum eru í starvi á kommunala økinum.  Sum endurgjald fyri kostnaðin av lønarlyftinum hjá kommununum verður gjørd ein broyting í fíggingini av skattafrádráttinum hjá pensjónistum. Tøka inntøkan hjá pensjónistunum verður óbroytt.  

 

Hesin fíggingarleistur fylgir vaksandi talinum av pensjónistum og ger sostatt, at samsvar er ímillum fígging og fíggingartørv. 

 

Lønarlyftið verður mett at kosta umleið 47 mió. krónur brutto og tað kemur í gildið 1. januar.  

 

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, fer í næstum at kunna fakfeløgini hjá nevndu bólkum nærri um, hvussu lønarlyftið verður framt.