Nú er fornminnisfelag stovnað í Kvívíkar kommunu

Nevndin hevur skipað seg við Ara Johanneson sum formanni.

Mikukvøldið hin 8. mai varð Kvívíkar sóknar Fornminnisfelag stovnað.

 

Í nevndina vórðu vald: Ari Johanneson, Tórarinn á Rípuni, Nelly H. Debes, Hildigunn Joensen og Guðrið Holm.

 

Nevndin skipaði seg við Ara Johanneson sum formanni, Tórarinn á Rípuni sum skrivara og Nelly H. Debes sum kassameistara.

 

Grækaris Joensen, sum hevur lagt nógva orku í IPG-savnið, er eisini ein av stigtakarunum til nýggja fornminnisfelagið.

 

- Vit ynskja Kvívíkar sóknar Fornminnisfelag blíðan byrð, siga tey í Kvívíkar kommunu at siga í dag.

 

##med2##