Nú er galið við kettjuppi og mjøli

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti tveimum matvørum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti tveimum matvørum, sum eru vanlig í føroyskum húsarhaldum. Onnur matvøran er eitt slag av kettjuppi og hin vøran er ein mjølblanding, ella kornblanding, at baka við.

 

Kornblandingin, sum ávarað verður ímóti, er »Rema1000 Økologisk 5-kornsblanding« har nettovektin á pakkunum er 350 gramm, og sum eru best fyri 06.04.2022, 08.04.2022, 26.05.2022, 15.06.2022 og 29.08.2022.

 

Orsøkin til ávaringina er, at framleiðarin hevur staðfest, at sesam er í blandingini, men tað er ikki frámerkt á pakkunum. Tí kunnu tey, sum ikki tola sesam, verða sjúk av at eta bakstur av hesi blandingini.

 

Hin vøran er »Rema 1000 Tomat Ketchup« og orsøkin til tað er, mjólkarsýrubakteriur eru funnar í kettjuppinum og tað elvir til, at gass verður gjørt í dunkunum. Talan er um »Rema 1000 Tomat Ketchup« í dunkum, har nettovektin er 1000 gramm og sum eru best fyri 25.3.2022.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at sostatt eru hesar vørurnar ikki mannaføði og tí verður mælt til, at tær verða koyrdar í skrell, ella verða lætnar aftur í handilin, haðani tær eru keyptar.