Nú er greitt hvat tunnilin undir Havnini fer at kosta

Tilboðini eru latin upp í dag

Tað var spenningur við borðið, tá ið tilboðini vórðu latin upp

Í dag vóru tilboðini upp á at gera rávegi og tunnil undir ovara part í Havnini í sambandi við nýggja innkomuvegin. At talan er um ráveg merkir, at ovasta lagið vantar.

 

Tá freistin var farin vóru tvey standard tilboð komin inn, umframt tvey alternativ tilboð, sigur býráðið. Tilboðið frá J&K Petersen ljóðaði uppá slakar 310,3 milliónir og boðið frá Articon var uppá 293 milliónir

 

Harumframt hevði Articon tvey alternativ uppskot, annað var uppá 289 milliónir og eitt uppá 261 milliónir. Umsitingin í býráðnum, og ráðgevararnir hjá teimum, fara nú at kanna tilboðini gjølla.

 

Tunnilin hevur eisini fingið eitt fyribils navn og tað er Húsareynstunnilin, sigur býráðið.

 

Tað var spenningur við borðið, tá ið tilboðini vórðu latin upp