Nú er greitt hvussu Smyril siglur í dag

Hann siglur ein túr aftur og fram í dag

Nú er greitt, hvussu Smyril fer at sigla í dag. Ætlanin var, at hann skuldi fara av Krambatanga klokkan 18.45 eftir ferðaætlanini, og sigla suður í kvøld. Men tað er nógvur vindur og hann øtlar veðrið seinni í dag, so nú er túrurin framskundaður. Tað merkir, at Smyril siglur av Krambatanga klokkan trý seinnapartin og so siglur hann av aftur Havnini klokkan seks í kvøld. Og hetta eru einastu túrar, hann siglur í dag.