Nú er greitt nær drotningin kemur til Føroya

Men enn er ikki greitt, hvar hon fer at vitja

Sum áður fráboðað, kemur Margreta Drotningin til Føroya at vitjar mitt í summar. Og nú er greitt, at tað drotningin kemur til Føroyar mikudagin 14. juli og hon fer avstað aftur mánadagin 19.juli. Tað er Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum verður vertur fyri vitjanini.

 

Hinvegin er tað ikki greitt, akkurát hvar í Føroyum, drotningin fer at vitja, men løgmansskrivstovan hevur sagt, at skráin verður fjølbroytt, har Drotningin, millum annað, fær høvi til at uppliva stórfingnu náttúruna, serstøku mentanina og føroyska matin.

 

Myndina tók Liselotte Sabroe av Drotningini uttan fyri Skúladepilin í Suðuroy, seinast hon var í Føroyum.