Nú er Klæmint næstan líka effektivur sum søguligi toppskjúttin

Enn er eftir hjá núverandi framsóknum spælarum at koppa Rógva Jacobsen í málum, og Una Arge í effektiviteti

Klæmint A. Olsen kann gerast søguligur toppskjútti hjá Føroyum um hann skorar fýra mál aftrat fyri Føroyar

Klæmint A. Olsen kann gerast søguligur toppskjútti hjá Føroyum um hann skorar fýra mál aftrat fyri Føroyar

Ígjár hevði føroyska A-landsliðið fyri fyrstu ferð síðani FIFA og UEFA-limaskapin í 1988 tveir tvímálsskjúttar í einum altjóða skrásettum landsdysti. 

 

Klæmint A. Olsen og Brandur H. Olsen skoraðu tvey mál hvør, og teir báðir hava saman við Jóan Símuni Edmundssyni møguleikan at gerast søguligir toppskjúttar fyri Føroyar.

 

Enn hava Klæmint og Jóan Símun við sínum sjey málum hvør trý mál upp til Rógva Jacobsen, Brandur hevur skotið seks mál fyri Føroyar, og hevur nú skotið líka nógv mál sum legendurnar Fróði Benjaminsen og John Petersen.

 

Hallur Hansson hevur skotið fimm mál, og Rógvi Baldvinsson hevur skotið fýra mál fyri Føroyar

 

Enn er Uni Arge mest effektivi málskjútti Føroya í mun til spældar dystir, men har manglar lítið í hjá Klæminti at fáa Rógva Jacobsen, ið er triðmest effektivi málskjúttin í mun til spældar dystir aftur. Uni skoraði 0,22 mál pr. landsdyst og Rógvi Jacobsen skoraði 0,19 mál pr. landsdyst. Todi Jónsson skoraði 0,2 mál pr. landsdyst. Klæmint hevur higartil skorað 0,18 mál pr. landsdyst.

 

Søguligi toppskjúttaralistin hjá Føroyum:  

 

Nr.Spælari:MálLandsdystirSnittTíð á landsliðnum
1Rógvi Jacobsen10530.191999–2009
2Todi Jónsson9450.21991–2005
3Uni Arge8370.221992–2002
4 

Jóan Símun Edmundsson

 

Klæmint A. Olsen 

 
 

7

 

7

 
 

64

 

39

 
 

0.11

 

0.18

 
 

2009–

 

2012-

 

 

 
5John Petersen6570.111995–2004
 

Fróði Benjaminsen

 

Brandur H. Olsen

 
 

6

 

6 

 
 

95

 

44

 
 

0.06

 

0.14

 
 

1999–201

 

2014-

 
      
Hallur Hansson5570.092012–
9Jan Allan Müller4340.121988–1998
Rógvi Baldvinsson4490.082011–
Christian Lamhauge Holst4490.082003–2015
Julian Johnsson4620.06 

1995–2006

 

Kelda: Wikipedia

 

 

 

 

Klæmint A. Olsen kann gerast søguligur toppskjútti hjá Føroyum um hann skorar fýra mál aftrat fyri Føroyar

Klæmint A. Olsen kann gerast søguligur toppskjútti hjá Føroyum um hann skorar fýra mál aftrat fyri Føroyar