Nú er klárt at stovna diabetesmiðstøð í Føroyum

Novo Nordisk grunnurin og Heilsumálaráðið eru farin í samstarv um at stovna eina diabetesmiðstøð í Føroyum. Yvirskipaða málið er at økja lívsgleðina og bøta um lívsgóðskuna hjá fólki við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum í Føroyum

Hesum boðar Novorodisk grunnurin frá í morgun.

 

Novo Nordisk grunnurin og Heilsumálaráðið hava góðkent eina ætlan, sum skal styrka átøk mótvegis diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum í Føroyum. Snúningspunktið fyri hesum verður stovnanin av eini diabetesmiðstøð, sum fer at eita Steno Diabetes Miðstøð Føroya.

 

Diabetes og aðrar endokronologiskar sjúkur raka 6.300 fólk í Føroyum. Ætlanin fyri Steno Diabetes Miðstøð Føroya er at fyribyrgja diabetes og fylgisjúkur eins og at bøta um lívsgóðskuna og økja lívsgleðina fyri øll fólk við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, gleðir seg til, at diabetesmiðstøðin verður veruleiki.

 

– Diabetesmiðstøðin og samstarvið við Novo Nordisk Grunnin er eitt veruliga stórt framstig fyri fólk, sum líða av endokrinologiskum sjúkum og serliga stóra talið av føroyingum, sum hava diabetes. Vit hava frammanundan eitt gott og vælvirkandi diabetestilbúgving, men nú fáa vit nógv fleiri miðlar og betri møguleikar fyri at styrkja og víðka tað enn meira, sigur hann.

 

##med2##

 

Áður eru stovnaðar Steno Diabetes miðstøðir í teimum fimm økjunum í Danmark og í Grønlandi. Við hesi ætlanini eru slíkar miðstøðir í øllum ríkisfelagsskapinum.

 

– Tað gleðir meg, at tað nú verður gjørligt at skipa eina Steno Diabets miðstøð í Føroyum, so vit í øllum ríkisfelagsskapinum fáa tað besta útgangsstøði fyri at viðgera og fyribyrgja diabetes og aðrar sjúkur. Afturat tí koma nakrir sera spennandi møguleikar fyri at stuðla gransking, sum tekur støðið í føroyska fólkinum, og sum millum annað kann virka saman við teimum góðu royndunum, Føroyar longu hava við biobanka og genomverkætlanini FarGen, sigur Mads Kroksgaard Thomsen, stjóir í Novo Nordisk grunninum.

 

Næsta stig í stovnanini av Steno Diabets Miðstøð Føroya, er eitt handrit fyri at stovna miðstøðina, sum skal gerast í 2022. Við støði í hesi handritið, sum skal góðkennast av bæði føroyska heilsumálaráðharranum og nevndini í Novo Nordisk grunninum, byrjar ítøkiliga arbeiðið við at gera miðstøðina til veruleika.