Løgreglan boðar nú frá, at koyrandi aftur er gjøgnum Leirvík, eftir at ein bilur um hálvgumsekstíðina misti ein heilan treylara av sild á vegin. Síðan hevur ikki verið koyrandi.
Í løtuni eru Landsverk og átaksleiðarin á staðnum, og nú er koyrandi aftur. Tó verður ferðslan leidd niðan í bygdina eftir Líðarvegi, meðan vegurin verður reinsaður.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at mælt verður til at koyra varliga.
##med2##












