Nú er Løkke klárur at stilla upp til Fólkatingið

Flokkurin Moderaterne hjá Lars Løkke Rasmussen hevur nú fingið nóg nógvar undirskriftir at stilla upp.

Lars Løkke Rasmussen verður á atkvøðuseðlinum til næsta fólkatingsval. (Arkivfoto) - Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Nýggi flokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum í Danmark Lars Løkke Rasmussen, Moderaterne, verður á atkvøðuseðlinum til næsta fólkatingsval, sum verður í seinasta lagi grundlógardagin í 2023.

 

Tað er nú greitt, tí Moderatarnir hava á vælgererklæring.dk undir Innanríkis-og bústaðarmálaráðnum fingið tær neyðugu 20.182 undirskriftirnar, sum skulu til fyri at stilla upp.

 

1. januar 2021 tók Lars Løkke Rasmussen øll á bóli, tá hann boðaði frá, at hann hevði meldað seg úr Vinstrta eftir 40 ára limaskap.

 

Stutt eftir stovnaði hann eitt sonevnt politiskt netverk. Tað var fyri fólk, sum vildu kjakast og skapa politisk uppskot saman við honum.

 

Frá byrjan gjørdi Løkke greitt, at Moderaterne er navnið á nýggja flokkinum. Flokkurin kemur ikki við flokssrkánni fyrr enn eftir kommunu- og regiónsvalið í november.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Lars Løkke Rasmussen verður á atkvøðuseðlinum til næsta fólkatingsval. (Arkivfoto) - Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix