Nú er lýggjari veður

Forsøgn, galdandi til á middegi týsdagin, skrivað klokkan 06:35 UTC

 

Norðanfyri sunnan, lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn.

 

Sunnanfyri frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn. Út á fyrrapartin gongur ættin upp í útsynning.

 

Seinnapartin hækkar hann upp í norðan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, undir 5 m/s, tað slítur í og verður eitt sindur klárari.

 

Í kvøld er eitt lítið lot úr ymsum ættum, undir 5 m/s, skýggjað og fyri tað mesta turt. Í nátt lot til frískt lot, av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn.

 

Í morgin ári veksandi vindur av útsynningi upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin fer at liggja millum 5 og 9 stig.