Nú er Rafa favorittur at rúka

Premier League: Chelsea, Manchester City og Liverpool renna avstað í oddinum

Í gjár vóru seks dystir í 14. umfari í Premier League. Trý tey fremstu greiddu sína skyldu á útivølli, meðan restin endaði við javnleiki. Úrslitini í gjár ganga nokk harðast yvir Rafael Benitez, venjara hjá Everton.

 

Everton fekk vitjan av Liverpool í eini grannauppgerð, sum gestirnir úr Liverpool vunnu 4-1. Longu aftaná 20 minuttir vóru fyrstu av viðhaldsfólkunum hjá Everton á veg heim. Tá var 2-0 til Liverpool, við málum frá Jordan Henderson og Mohamed Salah, men tað kundi verið enn meir. Tað endaði 4-1.

 

Venjari hjá Everton er fyrrverandi venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez. Hann fær ikki alla skyldina fyri gongdina í Everton, men veddingarfyritøkurnar hava nú spaniólan til favoritta at verða næsti venjarin, ið fær sparkið.

 

Chelsea vann tepran 2-1 sigur á Watford, meðan Manchester City vann 2-1 á útivølli móti Aston Villa. Tá so West Ham spældi javnleik móti Brighton, so eru tað trý feløg, sum eru farin avstað í oddastríðnum.

 

Umframt West Ham og Brighton, so spældu Southampton og Leicester, og Wolverhampton og Burnley javnleik. Í kvøld verða seinastu dystirnir í hesum umfarinum. Manchester United fær vitjan av Arsenal, meðan Tottenham fær vitjan av Brentford.

 

1Chelsea14103133:633
2Man City14102229:832
3Liverpool1494143:1231
4West Ham1473425:1724
5Arsenal1372415:1723
6Wolves1463512:1221
7Brighton1447313:1519
8Leicester1454522:2519
9Tottenham1261511:1719
10Man Utd1353521:2218
11Brentford1344517:1716
12Crystal Palace1437419:2016
13Aston Villa1451819:2316
14Everton1443717:2415
15Leeds1436513:2015
16Southampton1436513:2015
17Watford1441919:2613
18Burnley1317514:2010
19Norwich City142488:2810
20Newcastle1407716:307