Nú er Randi námsfrøðiligur ráðgevi

Lítlifløttur á Strondum hevur fingið námsfrøðiligan ráðgeva, sum eitt nú skal ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum.

Hon gjørdist útbúgvin sum námsfrøðingur í 1994 og master í vegleiðing í 2017.

Lítlfløttur, sum er dagstovnurin á Strondum, hevur sett Randi R. Hentze sum námsfrøðiligan ráðgeva.

 

Randi er 52 ára gomul og býr á Argjum. Hon gjørdist útbúgvin námsfrøðingur í 1994 og master í vegleiðing í 2017.

 

Nýggi námsfrøðiligi ráðgevin á Lítlafløtti hevur arbeitt sum námsfrøðingur á dagstovna- og serøkinum.

 

Seinastu árini hevur hon verið leiðari á serøkinum.

 

- Arbeiðsstaðurin verður á Lítlafløtti, og uppgávurnar verða eitt nú at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum, eygleiðingar av børnunum og gera menningarætlanir.

 

Í Sjóvar kommunu ynskja tey Randi R. Hentze, sum byrjaði í starvinum mánadagin, vælkomnari í hópin og góða eydnu í starvinum.

 

Hon gjørdist útbúgvin sum námsfrøðingur í 1994 og master í vegleiðing í 2017.