Ring tíðindi: Nú er tað 13 prosent dýrari at fáa mat í munnin

Nú er nógv bíligari hjá fólki at keypa sær góðgæti og sodavatn enn at keypa mjólk og annan, góðan mat

Hetta seinasta árið er tað vorðið góð 13 prosent dýrari at fáa mat í munnin. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Tey hava gjørt upp, hvussu nógv prísirnir eru hækkaðir - og tey ringu tíðindini er prísirnir halda fram at hækka.

 

Og í hesum sambandi vísir uppgerðin, at prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir góð 13 prosent hetta seinasta árið, Og hetta er nakað, sum svíður hjá vanligum fólki, tí nettupp matur og drykkjuvørur er tann størsta, einstaka útreiðslan hjá einum vanligum húski.

 

Verður hugt at, hvørjar matvørur og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri í fjør, sæst, at prísirnir á oljum og fitievnum, sum smøri og margarin, eru hækkaðir 30 prosent. Kjøt er vorðið 17 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa.

 

##med2#3

 

Afturat hesum vørum er eisini stórur prísvøkstur at síggja á kornvørum og breyði umframt mjólkarvørum. Kaffi, te og kakao er dýrkað sløk 20 prosent.

 

– Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið, men prísirnir á sukri og góðgæti eru bert hækkaðir fimm prosent, sigur Hagstovan, og sostatt eru príshækkingarnar á hesum vørum nógv minni enn á øðrum vørum.

 

Hetta seinasta árið hevur tað sostatt verið lutfalsliga nógv bíligari hjá fólki at keypa sær góðgæti og sodavatn, enn tað er at keypa mjólk, og annan, góðan mat, sigur Hagstovan.

 

Síðani 2015 eru prísirnir á mati og alkoholfríum drykkjum hækkað javnt - men hetta seinasta árið ganga pílarnir uppeftir av álvara