Nú eru eysturbúgvar á kappróðrarkortinum

5-mannafør dreingir 14 – 16 ár: Geytin úr Eysturkommunu vann við einari bátslongd á klaksvíkingum

Tað hevur verið fótbóltur og ikki so øgiliga nógvur annar ítróttur í Eysturkommunu. Síðstu árini hevur luttøkan í kappróðrinum vundið alt meiri upp á seg, og í dag settu tey í Róðrarfelagnum Tindi krúnuna á verkið, tá ið dreingirnir umborð á Geytanum vunnu kappingina millum teir 14 – 16 ára gomlu.

 

Geytin legði bragdliga fyri, og Geytin helt seg á odda, tá ið startspurturin var av, og allan vegin fram ímóti málinum. Hetta er fyrsti sigurin hjá Geytanum í hesi kapping. Talan er um bát, sum felagið Tindur fekk í fjør. Merkisvert er tað, at tað er formaðurin í felagnum John Høgnesen, leirvíkingur sum býr í Norðragøtu, ið hevur smíðað bátin.

 

Tá ið blái Geytin hjá teimum úr málið var fjarstøðan aftur til næsta bátin ein stór bátslongd. Næst á mál var Sævarmoy úr Klaksvík, sum var væl frammanfyri Báruna og Dúgvuna.

 

##med2##