Í gjár hava seks lærlingar staðið sveinaroyndina og kunnu nú kalla seg timburmenn Tá ið teir fingu sveinaprógvið, minti Kenneth B. Olsen, leiðari á Timburdeildildini lærlingarnar á týdningin av at ikki at verða bangin fyri at royna seg heldur enn at halda seg aftur.
– Heldur angra okkurt, sum tú hevur roynt, enn at angra okkurt, sum tú ikki hevur roynt, legði hann teimum eina við.
##med2##
Teir seks lærlingar á høvuðsmyndini frá vinstru:
Arni Martinsson Tausen, sum hevur staðið í læru hjá Articon
Dánjal Akselsson Haraldsen, sum hevur staðið i læru hjá Articon
Hans Eihilt Sivertsen, sum hevur staðið í læru hjá Eysturlon
Hávar Patursson, sum hevur staðið í læru hjá J. N. Smíð
Kåre Hansen, sum hevur staðið í læru hjá Bogi Hermansen
Tóki á Rógvu Joensen, sum hevur staðið í læru hjá Húsavarðatænastuni.