Nú eru teir norðan fyri Føroyar

Men ein springari er farin frá hinum og er farin eystur eftir

Leygardagin var ein bólkur av springarum rikin inn á Fuglafjørð. Men hesa ferð var endamálið ikki at drepa teir, men at merkja teir til vísindalig endamál.

 

Havstovan sigur á heimasíðuni, at seks springarar vórðu merktir við at sendari varð settur á hornið á teimum.

 

Fýra springarar fingu nýggjar sendarar og tveir fingu eldri sendarar og sjálv merkingin tók umleið 45 minuttir. Eftir at springararnir vóru farnir av pollinum aftur, hildu teir kósina norður ígjøgnum Djúpini. Haðani hildu tríggir springarar beina kós út í hellingina einar 35 fjórðingar norðanfyri, men ein springari er farin burturúr og meira eysturyvir. Sí myndina niðan fyri.

 

##med2##

 

Enn er einki samband við teir báðar springararnar, sum fingu teir gomlu sendararnar áfestar, sigur Havstovan.

 

Henda merkingin er liður í eini nýggjari verkætlan á Havstovuni, har kaving, ferðing og útbreiðsla hjá grind, springara og bóghvítuhvali, skal samantvinnast við havfrøðiligar og lívfrøðiligar mátingar á Grønland-Skotlandrygginum.

 

Endamálið er at fáa meiri kunning um útbreiðslu og atburð hjá hesum hvalasløgum. Ætlanin er framyvir at merkja bæði grind, springara og bóghvítuhval, og sendarar eru tøkir til endamálið, sigur Havstovan.

 

Myndirnar eru frá Havstovuni.