Nú fáa hoyvíkingar sín egna kirkjugarð

Býráðið fer heilt skjótt at taka støðu til, hvar í Hoyvík, kirkjugarðurin skal verða

Nú fáa hoyvíkingar sín egna kirkjugarð.

Tað varð upplýst á býráðsfundi í Havn í hóskvøldið.

Býráðið viðgjørdi spurningin um at veksa um kirkjugarðin við Velbastaðvegin, og í tí sambandi spurdi Bogi Andreasen, býráðslimur, hvussu tað gongur við gomlu ætlanini um at gera kirkjugarð í Hoyvík.


Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at hetta er ein spurningur, nevndin hevur tikið upp aftur og arbeiðir við í løtuni.

Hann væntar, at málið verður lagt fyri býráðið longu nú í vár at taka støðu til.

Hann sigur, at nú verður arbeitt við at finna semju um, hvar kirkjugarðurin í Hoyvík skal vera. Og hann vónar, at tað er eitt mál, sum kann verða avgreitt í sátt og semju ímillum allar partar.


Tey hava verið í fund við kirkjuráðið í Hoyvík og tað, sum liggur í kortunum er at velja ímillum tríggjar staðsetingar at leggja kirkjugarðin.

Eitt pláss er við Svartafoss, eitt pláss er í Dalinum Langa og eitt pláss er á leiðini Inni á Gøtu.

Tað býr rættiliga nógv fólk í Hoyvík og jarðarferðir er ein stórur trupulleiki, tí at tað er so langt í kirkjugarðin við Velbastaðvegin, at tey mugu leiga bussar.

Tað er nógv ungt fólk í Hoyvík, so býráðslimir føra fram, at trupulleikin verður bara veksandi, so hvørt sum tíðin gongur og hoyvíkingar verða eldri.


Aðrir býráðslimir eru ikki so bjartskygdir sum Tróndur Sigurðsson, um at finna semju um at staðseta kirkjugarðin. Tey vísa á, at málið hevur verið umrøtt í fleiri ár, men at tað er altíð stranda í spurninginum um staðsetingina.

Annars samtykti býráðið at játta eina millión til at veksa um kirkjugarðin við Velbastaðvegin fyri.