Tað vóru nógv umboðið,tá nýggjur leiðari í Føroya Musikkskúla skuldi setast. Heilar 11 umsóknir vóru, og av teimum vóru seks bidnir um at koma til samrøðu við Undirvísingar- og mentamálastýrið, sum setti Martin Mouritsen í starv.
Martin Mouritsen er 42 ára gamal, giftur við Unn Kallsoy, og tey eiga fýra børn.
Fyri tí vanliga føroyinginum er Martin Mouritsen ivaleyst einamest ímyndin, tá hugsað verður um stóra afturvendandi tiltakið við Nýggjárskonsertini, sum SvF sendir beinleiðis úr Norðurlandahúsinum.
Virkin ymsastaðni í tónleikalívinum
Umframt tað, hevur hann hesi árini verið leiðari fyri ungdómsharmoniorkestri, GHM og Tórshavnar Kamarorkestur, bert fyri at nevna dømi.
Hann var stigtakari,tá Yrkisfelagið fyri klassiskar tónlekarar í Føroyum varð stovnað, og situr í løtuni sum formaður í Føroya Musikklærarafelag. Hetta starvið noyðist hann av náttúrligum orsøkum at leggja frá sær, nú hann tekur við sum leiðari í Musikkskúlanum.
Útlærdur bilsmiður
Upprunaliga var tað ikki tónleikurin sum setti dám á ungdómsárini hjá Martini á slíkan hátt, at hann skuldi hava hetta sum vinnuveg.
Hann er útlærdur bilsmiður, og arbeiddi í hesum yrki, til hann fór niður at lesa á Kgl. Musikkonservatorinum í Keypmannahavn, har hann tók pedagogiskt prógv í 1986, og diplomprógv í klarinett í 1987.
Eftir at hava arbeitt sum musikklærari í Danmark frá 1979 til 1986, hevur hann arbeitt í Føroyum.
Hann hevur verið við øll árini,undantikið í skúlaárunum 1996-97. Tá fór Martin Mouritsen í farloyvi.
Eg helt tað vera neyðugt, tí eg hevði havt stóra arbeiðsbyrðu í nógv ár. Tað var eisini gagnligt. Tá tú kemur aftur til arbeiðis, sært tú alt við nýggjum eygum, sigur Martin Mouritsen.
Í farloyvistíðini arbeiddi Martin Mouritsen á bilverkstaði í Havn og sum ørindadrongur í Bakarínum hjá Gunnleivi, sum er familjufyritøka.
Pápin stovnaði bakaríið, og beiggi Martin tók yvir fyri nøkrum árum síðani. Nú er hetta størsta baksturfyritøka í landinum.
Bilsmiður og ørindadrongur
Var tað ikki stórbroyting frá at arbeiða við tónleiki og til yrkið sum bilsmiður og ørindadrongur?
Jú, avgjørt, men tað var eisini hugaligt. Tað var t.d. stuttligt at fara upp kl. fýra á morgni at pakka vørur, og síðani at koyra tær út til handlarnar. Tað er altíð sunt at royna okkurt annað. Fyrimunurin var eisini, at tá eg var liðugur at arbeiða, so ráddi eg sjálvur í frítíð míni, sigur Martin Mouritsen.
Spurdur hvat hann heldur vera mest átrokandi at gera í nýggja starvinum, sigur Martin Mouritsen, at hann í fyrsta umfari fer at tosa við musikklærarnar kring landið, og harnæst fer hann at leggja skema fyri næsta ár.
Broytingarnar verða ikki sjónligar beinanvegin. Neyðugt verður at fara varliga til verka, og at meta um, hvat ber til og ikki.
Musikkskúlin er skipaður við mær sum landsleiðara, og einum økisleiðara fyri hvønn skúla. Tað er hetta arbeiðið sum eg skal samskipa.
Reglurnar fyri skúlan eru soleiðis háttaðar, at lærarar skifta á hvørjum ári. Rættiliga avgerðandi fyri virksemið frameftir er, at vit fáa teir røttu lærararnar, og at fáa teir at nýta sama arbeiðshátt í undirvísingini.
25 av 10 lærarum
eru útlendingar
Musikkskúlalærarar arbeiða kring landið alt, og nógvir útlendingar - umleið 25 lærarar eru útlendingar og 10 føroyingar. Tað er eisini neyðugt frameftir, tí vit eiga ikki so nógvar musikklærarar í Føroyum. Tað er kortini ikki nakar vansi, bert teir arbeiða í økjum, har teir skilja málið sínamillum.
Fyribils fari eg at ferðast út í ymsu økini at seta arbeiði í gongd, ella at halda tað gangandi,sum er, sigur Martin Mouritsen.
Nú verða ikki eins góðar stundir til aðrar uppgávur, sum hann hevur havt gjøgnum árini.
Symfoniorkestrið er eitt av hjartabørnum hansara, men neyðugt verður helst at gevast har í eitt ár fyribils. men nýggi muskiskúlaleiðarin fer kortini at stjórna nýggjárkonsertina í ár, eins og undanfarin ár.
Hvussu er fíggjarliga støðan í Føroya Musikkskúla?
Vit vita, hvat vit hava. Í løtuni er játtanin 3,7 mió. krónur, men tað er ikki nóg mikið. Eg fari at arbeiða fyri at hækka játtanina, sigur Martin Mouritsen, sum byrjar í nýggja starvinum 15. apríl.