Nú fer Løgtingið at atkvøða um rættindini til samkynd foreldur

Løgtingið er liðugt at viðgera málini og nú verða tey so løgd fram til endaliga støðutakan

Nú verður tað heilt skjótt, at Løgtingið fer at taka støðu til málini um at geva samkyndum foreldrum sama rætt sum øðrum foreldrum.

 

Tað er andstøðan í Løgtinginum, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um tað. Men hetta hevur verið ein tungur burður at avgreiða, tí uppskotini vórðu longu løgd fyri Løgtingið 10. september og tey vóru til umrøðu 30. september.

 

Síðani skuldi Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum viðgera tey og eftir reglunum skuldi hon vera liðug 30. okotober. Tað gekk ikki, og tí bað nevndin um at fáa freistina longda til 15. november. Men tað gekk heldur ikki og tí fekk nevndin longt freistina til 1. desember.   

 

Tað var í gjár, men Trivnaðarnevndin er framvegin ikki liðug. Tvørtur ímóti hevur Trivnaðarnevndin, fyri triðju ferð, biðið løgtingsformannin um loyvi at leingja freistina, hesa ferð til næsta mikudag, sum er 8. desember.

 

Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður í Trivnaðarnevndini, sigur, at tey eru liðug at viðgera málini, men at nú skulu álitini skrivast og tað vórðu tey ikki liðug við í gjár. Arbeiðið at skriva álitini, heldur fram, men hann væntar ikki, at álitini verða liðug til at leggja fyri Løgtingið  í dag. Men so verður tað á næsta tingfundi, sigur hann. Nær tað verður, er óvist, tí sum kalendarin hjá Løgtinginum sær út nú, verður eingin tingfundur í næstu viku.

 

Men tá ið tey ikki eru liðug á orða álitini, er tað ikki tí at formaðurin í Trivnaðarnevndini væntar, at tey eru so drúgv. Eg vænti, at álitini verða stutt, í hvussu so er væntar hann, at tilmælið frá samgongulimunum í Trivnaðarnevndini, verður stutt. Tey taka ikki undir við málinum og mæla Løgtinginum til at fella tað.

 

Umboðini fyri samgonguna í Trivnaðarnevndini, eru: Uni Rasmussen, Rósa Samuensen, Annika Olsen og Edva Jacobsen.  Hinvegin taka umboðini fyri andstøðuna undir við uppskotinum og mæla Løgtinginum til at samtykkja tað. Umboðini fyri andstøðuna, eru: Eyðgunn Smuelsen, Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir.

 

Uni Rasmussen staðfestir samstundis, at talan verður ikki um at leingja freistina enn einaferð.