Nú fer Mané úr Liverpool

Fyrsta stórkeypið hjá Jurgen Klopp í Liverpool takkar nú fyri seg

Bretskir miðlar skriva í dag, at Sadio Mané er á veg til Týsklands, har hann í næstum skiftir til Bayern Munchen. Sadio Mané hevur verið ímyndin av tíðini hjá Jurgen Klopp í Liverpool.

 

Hann var fyrsta stórkeypið, tá Jurgen Klopp keypti hann úr Southampton í 2016. Hann gjørdi mun frá fyrsta dysti og hevur skorað 120 mál í 269 dystum. Hann var eisini við til at vinna Liverpool fyrsta enska meistaraheitið í 30 ár, og eisini var hann við til at vinna Champions League, FA Cup, Liga, FIFA World Club Cup og European Super Cup.

 

Sadio Mané, sum er úr Senegal, er 30 ára gamal og kostar Bayern Munchen um 300 milliónir krónur. Liverpool hevur longu keypt avloysarar til fremstu plássini. Í vetur kom Luis Díaz úr FC Porto, og í summar hevur felagið eisini keypt 22 ára gamla áleyparan Darwin Núñez úr Benfica.

 

Fyrrverandi verjuspælarin hjá Liverpool, Jamie Carragher, sum í dag er kendur serfrøðingur hjá Sky Sports, kallar Sadio Mané fyri sín favoritt spælara í tíðini undir Jurgen Klopp. Sadio Mané skal helst avloysa Robert Lewandowski, ið er á veg til FC Barcelona.