Nú fer rentan á húsalánum at hækka hjá nøkrum

Hjá summum kann tað verða tungt at rinda rentur og avdrátt - og tað kann eisini ávirka sethúsaprísin, sigur Landsbankin

Nú er tað alt sum talar fyri, at rentan fer at hækka. Tað sigur Landsbankin í eini nýggjari frágreiðing.  Tey siga, at stjórin í miðbankanum í Evropa hevur boðað frá, at rentuhækkingar verða í juli og íseptember mánað í 2022.

 

Bankarnir í Føroyum plaga at laga sína rentu eftir rentuni uttanlands og tað merkir, at hjá teimum, sum hava húsalán við broytiligari rentu, fara rentuútreiðslurnar at hækka. Umleið 85 prosent av sethúsaskuldini hjá føroysku húskjunum, hava eina broytiliga rentu.

 

Rentan fyri sethúsalán í føroysku bankunum, er trý prosent í miðal, men føroysk húsarhald, sum hava donsk realkredittlán, rinda tilsamans 2,2 prosent í rentu í miðal. Landsbankin staðfestir, at hevur eitt húsarhald stóra skuld aftur ímóti inntøkuni, kunnu rentuhækkingar elva til, at tað verður ringt at gjalda rentur og avdráttir av sethúsaskuldini.

 

Í 2020 skyldaðu tey flestu ikki serliga nógv aftur ímóti inntøkuni. Landsbankin sigur, at 92,5 prosent av húskjunum høvdu eitt skuldarlutfall undir trý og tað merkir, at tey skyldaðu minni enn tríggjar ferðir inntøkuna. Hinvegin høvdu 7,5 prosent av føroysku húskjunum eina skuld, sum var meira enn tríggjar ferðir støddina av árligu inntøkuni.

 

Í 2020 skyldaðu 720 húski 3 - 4 ferðir støddina av inntøku fyri skatt, og 270 húski skyldaðu ímillum 4 og 5 ferðir inntøkuna. Og so vóru tað 400 húski, ið høvdu eina skuld, ið var meira enn fimm ferðir støddina av árligu inntøkuni. Húski við høgum skuldarlutfalli eru fleiri í tali í Suðurstreymoy enn aðrastaðni í landinum, og tað er sjálvandi tí, at sethúsaprísirnir eru hægst í miðstaðarøkinum.

 

Hækkar rentan, hækka rentuútreiðslurnar, bæði bæði til sethúsalán, billán og aðra skuld. Hækkar rentan eitt prosentstig, skulu umleið 800 krónur rindast meira um mánaðin í rentu fyri hvørja million í láni og er skuldin stór, kann ein rentuhækking ávirka fíggjarligu støðuna munandi.

 

– Seinastu tíðina eru prísirnir á orku, tilfari, og fleiri ráevnum hækkaðir og tað hevur eisini fíggjarligar avleiðingar við sær. Tí kann tað henda, at úrslitið av hækkandi prísum, og hækkandi rentum, verður, at húsarhaldini ikki longur kunnu bjóða líka nógv fyri eini sethús, sum tey hava gjørt, og tað kann tálma prísvøksturin á sethúsamarknaðinum.

 

– Hinvegin er eftirspurningurin eftir sethúsum nógv størri enn útboðið, serliga í miðstaðarøkinum, sigur Landsbankin. Samanumtikið verður mett, at prísvøksturin á sethúsamarknaðinum hesi seinastu árini, fer at hæsa av, men tað er kortini ikki vist, at prísirnir fara at lækka nevnivert. Skuldu sethúsaprísirnir lækka munandi, er tað óheppið fyri tey, ið hava stóra sethúsaskuld, tí tá kann skuldin gerast størri, enn sjálvt virðið á sethúsunum, sigur Landsbankin.