Nú ganga 150 føroyingar hendur í lumma

Arbeiðsloysið hevur aldrin verið minni enn tað er nú

Arbeiðsloysið í Føroyum hevur aldrin verið lægri enn tað er nú. Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í august og september var arbeiðsloysið bara 0,5 prosent og tað svarar til, at 150 fólk eru fulltíðararbeiðsleys. Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tvey fólk arbeiðsleys ein hálvan mánað hvør, eru teir báðir ein fulltíðararbeiðsleysur tann mánaðin.

 

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki at hava arbeiði. Talan er um fólk, sum eru tøk á arbeiðsmarknaðinum og sum leita eftir arbeiði.

 

##med2##

 

Talvan oman fyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum seinastu árini. Í september vóru tilsamans um 170 persónar raktir av arbeiðsloysi. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9 prosent í septembur í fjør. Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

 

Uppgerðin vísir eisini, at tað er bæði hjá monnum og kvinnum at arbeiðloysið er metlágt. Í september var arbeiðsloysið 0,6 prosent hjá monnum og 0,5 prosent hjá kvinnum. Tað svarar til um 90 arbeiðsleysar menn og 60 kvinnur. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 1,1 prosent bæði hjá monnum og kvinnum.