Nú hava Føroyar og Russland skrivað undir

Fiskiveiðiavtalan fyri næsta ár er ikki akkurát tað sama sum avtalan í ár

Nú er tað greitt, at Føroyar og Russland eisini hava eina sínamillum fiskiveiðiavtalu fyri næsta ár. Samráðingarnar byrjaðu í gjár og nú er avtalan skrivað undir. Avtalan, sum nú er gjørd, er broytt nakað í samband við, at stovnarnir eru minkaðir nakað, sigur Fiskimálaráðið.

 

Toskakvotan í Barentshavinum lækkar 20 prosent næsta ár og hetta hevur við sær, at føroysku kvoturnar av botnfiski verða eisini 20 prosent lægri næsta ár enn tær vóru í ár. Føroyska rækjukvotan hækkar kortini 1.500 tons. Eisini tær russisku kvoturnar av svartkjafti, makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi lækka. 

 

Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í næsta ár, verða hesar: Toskur 12.285 tons, hýsa 1.276 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons. 

 

Russisku kvoturnar undir Føroyum verða hesar næsta ár: Svartkjaftur 72.000 tons, makrelur 13.000 tons og sild 8.500, íroknað hjáveiðu.

 

Hetta hevur annars verið ein hin mest umstríddi spurningurin í føroyskum politikki í ár. Russland leyp á Ukraina tíðliga í ár og tí hava fleiri hildið, at vit eiga ikki at hava nakað sum helst við Russland at gera.

 

Men kortini endaði tað við, at samstarvið heldur fram, tí politikarar vilja ikki slíta samstarvið, tí tað hevði rakt nógv fólk alt ov hart, tí einki var at seta ístaðin.

 

Men politikarar hava eisini sagt, at næsta ár skal brúkast til at fyrireika okkum upp á, at eingin avtala skal vera fyri 2024, men so skulu skipini, sum fiska í Barentshavinum, fáa aðrar møguleikar.