Nú hevur hann tað nógv betri

Salman Rushdie er komin úr seingini aftur eftir at hann var stungin fleiri ferðir

Kendi rithøvundurin, Salman Rushdie, sum var illa særdur fríggjadagin, hevur tað betur. Tað váttar umboðsmaður hansara fyri miðlunum.

 

Fríggjadagin skuldi hann halda fyrilestur á lærustovninum, Chautauqua, í statinum New York, men brádliga leyp ein maður upp á pallin og stakk hann fleiri ferðir við knívi, bæði í hálsin og í búkin. Salman Rushdie varð illa særdur og fluttur á sjúkrahús. Har varð hann lagdur undir skurð og síðani varð hann lagdur í respirator. Hann varð stungin í livrina, og nevar í øðrum arminum eru kvettar av. Hann fer helst eisini at missa annað eyga. Hann fekk heldur ikki tosa.

 

Umboðsmaður hansara segði, at støðan var ikki góð, men nú sær betur út. Umboðsmaðurin váttar fyri miðlunum, at Rushdie er tikin úr respiratorinum og er komin fram á gólv. Hann fær tosa og hevur eisini skemtast við tí, sum er hent.

 

Salman Rushdie hevur verið hóttur eftir lívinum síðani hann, seinast í áttatiárunum, skrivaði bókina, Satans ørindi. Fleiri staðni í muslimska heiminum, varð mett, at bókin var so gudsspottandi, at rithøvundurin skuldi takast av døgum. Andaligi leiðarin í Iran, Komeini, Ayatollah, lovaði einar 15 milliónir í virðisløn til tann, sum tók Rushdie av døgum og í kjallarvørrinum á tí, livdi hann á loyniligum bústaði. Seinni hevur stjørnin í Iran tikið frástøðu frá boðunum frá Komeini, men tað eru verri enn so allir muslimar, sum hava gloymt hann og í 2012 hækkaðu muslimskir bólkar virðislønina upp í einar 20 milliónir fyri at taka hann av døgum.

 

Maðurin, sum leyp á Rushdie, er 24 ára gamal og hann er skuldsettur fyri drápsroynd, men noktar seg sekan. Einki er nevnt um, hví hann leyp á Salman Rushdie.