Nú hevur helvtin fingið tvey prik

50 prosent av føroyingum eru liðugt koppsettir

Nú er helvtin av føroyska fólkinum liðugt koppsett fyri covid-19.

 

Seinasta uppgerðin vísir, at 26.473 fólk hava fingið bæði prikini – tað svarar til 49,6 prosent. Harafturat hava 7.478 fólk fyrra prikið.

 

Samanlagt eru 60.424 prik gjørd. Koppsetingarbólkurin mælir til, at 84.000 prik verða gjørd fyri at fáa flokkverju í Føroyum.

 

Tað vil siga, at tað mangla 23.576 prik at gera fyri at fáa sonevndu flokkverjuna.