Nú hevur Herjólfur loyst á Skála – er farin royndartúr

Gongst sum ætlað, verður hann settur í rutusigling nú

Nú hevur Herjólfur trý loksins loyst frá bryggju á Skála og nú verður gjørt klárt at seta hann í sigling. Strandferðslan hevur bíðað eftir at hann skuldi fáa endaligt siglingarloyvi eftir at hann hevur verið á skipasmiðju á Skála til eftirlit, umframt at rampan eisini er lagað til so at hann fær lagt at í Havn og á Krambatanga.

 

##med2##

 

Siglingarloyvið kom seinnapartin í dag og síðani hevur herjólfur loyst. Nú er hann royndartúr har hann skal royna atløguplássini í Havn og á Krambatanga. Og stinga eingir trupulleikar seg upp við tí, verður hann sostatt settur í sigling nú. Tá ið hann loysti av Skála fyri eini løtu síðani, fór hann ein túr nakað suður um Borðuna og síðani vendi hann norðureftir aftur og nú er hann á veg til Havnar.

 

Strandferðslan hevur lagt stóran dent á at fáa Herjólf í sigling í nakrar dagar, áðrenn Smyril fer av landinum í dokk fríggjakvøldið fyri at royna skipið.

 

Herjólfur siglur av Krambatanga hvønn morgun klokkan seks, hvønn dag klokkan tvey og klokkan tíggju um kvøldið. Síðani siglur hann av Havnini hvønn fyrrapart klokkan tíggju, hvørt kvøld klokkan seks og hvørja nátt klokkan tvey.

 

Farmur hevur framíhjárætt allar túrar av Havnini klokkan tvey um náttina, allar túrar gerandisdag av Krambatanga klokkan tíggju um kvøldið.

 

Um dagin er tað bara átrokandi farmur, sum sleppur við og somuleiðis er tað bara átrokandi farmur, sum sleppur við á túrunum av Krambatanga leygarkvøld og sunnukvøld klokkan tíggju.

 

Herjólfur á redini í Havn fyri eini lítlari løtu síðani