Nú hevur KJ bygt 60 tvíkiljur tilsamans

Í dag varð tvíkiljan Tvørfelli handað Hiddenfjord, og her hevur manningin bestu umstøður.

Tvørfelli, sum er nýggjasta tvíkiljan hjá Hiddenfjord, er samstundis nýbygningur nummar 60 hjá KJ.

 

- Tvíkiljan, sum er 16 metrar long og átta metrar breið, er sera væl útgjørd.

 

Hjá KJ vísa tey á, at Tvørfelli hevur tveir Palfinger-dekskranar á ávikavist 65 tonsmetur og 18,5 tonsmetur.

 

Á dekkinum er eisini deksspæl og tríggir koppar. 

 

- Motorarnir til framdrift eru tvær ferðir 500 HK Volvo Penta, og hjálpimotorur er ein Volvo Penta 239 kW.

 

Lagt verður aftrat, at Tvørfelli eisini er útgjørdur við bógskrúvu og einari síðuskrúvu aftan.

 

- Til tess at betra um arbeiðsumstøður og trivnað hjá manningini er nógv gjørt burturúr ljóðbjálving av maskinarínum og hydraulikkinum.

 

Hjá KJ Hydraulik á Kambsdali ynskja tey Hiddenfjord tillukku við nýggjastu tvíkiljuni, og tey takka Hiddenfjord fyri gott samstarv.

 

##med2##

 

##med3##