Nú hvørvur kavin umsíðir

Tað verður lýggjari veður næstu dagarnar

Soleiðis sigur Veðurstovan um veðrið í forsøgn galdandi til á middegi í morgin:

 

Tað er landnyrðingur-eystan, frískt lot upp í strúk, 5 til 13 m/s, smáskýggjað ella skýggjað og okkurt kavaælið í støðum, men sum frá líður turt fyri tað mesta. Hitin liggur millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Í kvøld frískur vindur upp í strúk vind av landsynningi-eystri, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Skýggjað ella samdrigið og turt, hitin verður millum frostmarkið og 5 stig. Fyrrapartin í morgin, strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og at byrja við turt, men sum frá líður regn sunnaneftir. Hitin millum 1 og 6 stig.

 

Forsøgnin næstu dagarnar:

 

Mikudagur: Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og seinnapartin regn av útsynningi, og hann veksur um vindin til strúkur í vindi upp í skrið eystan ella av landsynningi, 13 til 18 m/s. Um náttina framvegis strúkur í vindi upp í skrið eystan ella av landsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Hósdagur: Frískur vindur upp í hvassan vind eystan og av landsynningi, 10 til 15 m/s, seinni frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn, seinnapartin tó bert onkrar løgur við regni, um náttina turt fyri tað mesta. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Fríggjadagur: Frískur vindur upp í strúk eystan 8 til 13 m/s, ið seinni minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað ella skýggjað og hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Leygardagur: Lot upp í frískan vind eystan, 3 til 10 m/s. Smáskýggjað ella skýggjað og hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.