Nú kemur heystarveðrið

Næsta vikan bjóðar illsligt veður við fitt av vindi og avfalli

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður fitt av vindi næstu dagarnar. Fleiri dagar verður vindurin upp í 15 ella 18 m/s.

 

DMI sigur, at mánadagin verða 10-15 m/s av suðri, samdrigið, og út á fyrrapartin kemur regn av vestri. Seinnapartin ælaveður, og vindurin veksur upp í 13-18 m/s av útsynningi. Hitin millum 9 og 12 stig. Um náttina niður í 7 stig.

 

Týsdagin verða 13-18 m/s av útsynning. Samdrigið og regn. Um náttina minni vindur og klárari, men ælaveður. Hitin verður 10-13 stig, um náttina niður í 7 stig.

 

Mikudagn verða 10-15 m/s av útsynningi, seinnapartin og um kvøldið eitt skifti 5-10 m/s av útsynningi og suðri. Um náttina 10-15 m/s av suðri og landsynningi. Skiftandi skýrák og ælaveður. Hitin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin verða 10-15 m/s av landsynningi, um kvøldið 5-10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 7 og 9 stig, um náttina 4-7 stig.

 

Fríggjadagin verða 5-10 m/s av eystri og landnyðringi. Samdrigið og regn, um náttina klárari í veðrinum, men ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.