Nú koppseta tey djór í Russlandi

Heimsheilsustovnurin WHO hevur áður sagt seg óttast, at koronu-virusið kann fara at flyta seg millum menniskju og djór.

 

 

Russland hevur nú, sum fyrsta land í heiminum, ment eitt koppingarevni til djór til tess at fyribyrgja, at djórini fáa koronu.

 

Sambært russiskum keldum gevur koppingarevnið djórum, sum eitt nú hundum, kettum og minkum, andevni móti covid-19.

 

Reuters skrivar, at í Russlandi hava tey bert tvey dømi um djór, sum eru vorðin smittað við koronu, og í báðum førum var talan um kettur. Koppingarevnið, sum nú er tøkt, hevur fingið navnið Carnivac-Voc.

 

Myndugleikin í Russlandi, sum hevur eftirlit við landbúnaði, vísir á, at koppingarevnið verjir viðbrekin djórasløg og byrgir upp fyri úrbregði av virus - ella virusmutatiónum, sum tað eisini verður rópt.

 

Heimsheilsustovnurin WHO hevur áður sagt seg óttast, at koronu-virusið kann fara at flyta seg millum menniskju og djór.

 

Í Danmark avgjørdu myndugleikarnir í fjør, at fleiri miljónir minkar skuldu avlívast, tí úrbregði av koronu-virus var farið at spjaða seg kring um á minkagørðum.

 

Russiska Djóralæknatænastan - Rosselkhoznadzor - hevur sagt, at russiska loðdjóravinnan hevur ætlanir um at keypa nýggja koppingarevnið, eins og slík vinna í Grikkalandi, Póllandi og Eysturríki eisini ætlar at keypa Carnivac-Voc.

 

Alexander Gintsburg, leiðari av stovninum, sum hevur ment russiska koppingarevnið, Sputnik V, verður mánadagin endurgivin fyri at siga, at covid-19 hugsandi eisini fer at spjaða seg til djórini, sum tíðin gongur.

 

##med2##